
B71 kvinnurnar eru flúgvandi í løtuni, eftir fína 4-2 sigurin inni í Dal í gjár!
Fyrstu úrslitini í 1. deild hjá kvinnum vóru ikki tey allarbestu og tað er blivið til nøkur størri tap enn vit ætlaðu. Tó so. Hugburðurin hevur verið fyrimyndarligur hvørja ferð og spælið hevur til tíðir riggað sum ætlað.
Av tí sama, so vóru okkara vónríkar at betra um spæl og kanska eisini úrslit, tá felagsliðið EBS/Hoyvík vitjaði inni í Dal í gjárkvøldi.
Tað byrjar eisini sera væl, tá unga og evnaríka skopunargentan Viktoria Hentze smekkar bóltin tværreisur í mál til 1 og 2-0, ið eisini heldur til hálvleiks. Eftir hálvleik kemur mótstøðuliðið betri inn í dystin og megnar at minka um munin. Gerda B. Magnussen smekkar hinvegin bóltin í netið, áðrenn Viktoria aftur fær bóltin í kassan til fjórða B71 málið og hattrick hjá sær sjálvari. EBS/Hoyvík minkar um munin eina ferð enn og endaliga úrslitið er tískil 4-2 til heimaliðið í gulum og bláum.
Tað var forloysandi fyri kvinnurnar at fáa fyrsta sigurin í hús. Vit væntaðu altíð at vit fóru at fáa onkur stig í onkrum dystum og nú eru so trý tey fyrstu stigini komin á talvuni og vónin er at vit kunnu kanska fáa meira í komandi dystum ímóti B68 á heimavølli í vikuskiftinum og so B36, ið er seinasta mótstøðulið áðrenn upp og niðurflyting millum Meistaradeildina og 1. deild verður avgreidd og kappingin verður løgd á nýggjum.
Til lukku við góða úrslitinum, røsku kvinnur og vit gleða okkum longu til næsta dyst!
Drívið á B71!