1. og 2. hálvleikur í allarfyrsta dystinum í næstbestu mansdeildini, hoyrdu til hvør sítt lið.
B71 var spælstýrandi í fyrra hálvleiki og skeyt á allar stengur, umframt at hava fleiri heilt góðar møguleikar at skora. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki eydnast tað loksins Lucas Ørneborg at seta bóltin í netið til 1-0, hóast tað tá nærum átti at staðið 5-0.
Man skuldi trúð tað fór at góða spælið fór at halda á fram í 2. hálvleiki, men tá skiftir alt og tað er suðuroyingar, ið trýsta okkum í botn. Tað eydnast eisini at skora bæði í 61. og 64. minutti til endaliga úrslitið 2-1.
Seinastu 5-10 minuttirnar trýsta B71 aftur og koma til vandamiklar støður og nógv halda at nú verður møguleiki at javna, tá ein suðuroyingur tekur bóltin við hondini, men ongin dømir og meir hendir ikki í dystinum, ið endar við einum 2-1 sigri til vitjandi FC Suðuroy liðið.
Skuffandi byrjan, tá tað annars sá so gott út.
Vit fáa tó høvið at vinna fyrstu stigini longum hósdagin í næstu viku, á grækarismessu, á útivølli ímóti Víkingi.
Drívið á B71!

