Farna mánadag var dystur hjá 1. deild inni í Dal og talan gjørdist um stórsigur til sandoyingar.

Mistøk og óvissa í lógum og mannagongd fyri avgreiðslu av dystum, elvdi til at dystur millum FC Hoyvík og B71, ið fyrst skuldi leikast leygardag, síðani bleiv fluttur til sunnudag, fyri síðani, og heldur knappliga, at verða fluttur til mánadag.

Hendan var so støðan hesu ferð og hóast tað er torført at vara seg fyri mistøkum, so vóna vit sjálvandi at stramma verður upp at forða fyri at slík óneyðug dystarflyting kemur fyri aftur í bræði.

Tíbetur sá tað ikki út til at nerva spælið nakað ávíst og sandoyingar koma stormandi úr startholunum.

Eftir bert 22 minuttir, so hevur Lucas Ørneborg, sum ikki eina ferð, fingið bóltin í netið, enntá tværreisur! Tað eina, eitt sera flott frísparksmál, beinleiðis í netið!

Eric Oteng fær triðja málið í 34. minutti og farið verður til hálvleiks við eini tryggari 3-0 leiðslu

Í 2. hálvleiki verður hildið á fram har B71 slepti og eftir smáar 7 minuttir støkkur ein bóltur innfyri í 16-meturin hjá hoyvíkingum og tá er Sverri Hansson skjótur og saksasparkar bóltin í málið til 4-0!

FC Hoyvík svarar tó loksins aftur og tað skjótt eisini, tá teir við einum langskotið nakrar minuttir seinni minkað um munin til 4-1.

Eftir hettar mistu vit takið eina løtu og spælið gjørdist heldur rótut.

Rúnar Davidsen, t.v., skoraði fyrsta málið í vaksnamannafótbólti, meðan Dánial Sørensen, t.h., fekk fyrsta dystin.

Seinastu 10 minuttirnar hava vit hinvegin fatur á tí mesta aftur og ungi Rúnar Davidsen verður skiftur inn í 87. minutti, saman við Dániali Sørensen, ið leikti allarfyrsta dystin á besta mansliðnum í gjár, so er vandi aftur á ferð.

Dánial sleppur m.a. leysur móti málinum og roynir at leggja inn fyri, men bólturin røkkur ikki til ein B71ara hesu ferð. Næsta álop er eydnan tó við okkum. Enn eina ferð eru menn leysir framman fyri málinum, hesu ferð Bergur Simonsen, ið leggur bóltin tvørturum til ein víðopnan Rúnar, ið lættliga kann seta innarsíðu á í tómt mál. Fyrsta málið hjá unga skopuninginum og fimta og seinasta hjá B71 á hesum degi.

5-1 gerst endaliga støðan og B71 loypir upp á 2. plássið, 3 stig aftanfyri FC Suðuroy á 1. plássinum.

Næsta vikuskiftið er Sandoy Hálvmarathon og tískil er spennandi oddabrak ímóti júst FC Suðuroy ikki fyrrenn 2. hvítusunnudag, 25.05 kl. 14.00 inni í Dal!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *