Stórur yvirvági og fleiri møguleikar, men eittans mál í spennandi dysti í oddastríðnum í 1. deild.

Undan dystinum í gjár, 2. hvítusunnudag, lá B71 á 2. plássi við 22 stigum, meðan FC Suðuroy vóru á 1. plássinum við 25 stigum. Eftir dyst er støðan broytt nakað og nú liggja liðini jøvn við 25 stigum, tó at suðuroyingar enn hava betri málmun.

B71 er stinnari í fyrra hálvleiki og kemur til fleiri góðar málmøguleikar, faktiskt allan dystin á tamb. Sum heild halda vit ikki at vit taka munnin ov fullan, tá vit siga at vit vóru betra liðið á degnum og at ein sigur hendan dagin var mest rættvísa úrslitið. Málverjan hjá suðuroyingum eigur av tí sama stórt rós fyri at halda B71ararnar frá fleiri málum hendan dagin.

Eftir góðan hálvan tíma av fótbólti er tað eisini B71, ið fær sett hol á tá Mathias Myrthue smekkar ein langan bólt frameftir ímóti Lucas Ørneborg, ið rennur afturum FC Suðuroy verjuleikara, ið ikki megnar at fáa høvdið á bóltin. Ístaðin fær Lucas hegnisliga tikið bóltin niður og leggur hann til rættis, meðan hann rennur inn í sekstanmeturin.

Jonathan Canto bíðar á sekstanmetrinum og Lucas leggur bóltin aftureftir til hann, ið tá kann smekka bóltin í kassan framvið einari hjálparleysari Suðuroyar verju. 1-0 til B71.

Sandoyingar hava nógvar málmøguleikar í øðrum hálvleiki eisini, men FC Suðuroy koma til ein ella tveir góðar, møguliga heilt góðar møguleikar at javna og akkurát í teimum løtunum er tað bert hepni, ið heldur okkum frá at seta stig til, skal sigast.

Endin er tó at 1-0 verður endaliga úrslitið og heimalið og áskoðarar, ið vóru møttir í stórum talið til hettar oddabrakið í 1. deild, eru sum vera man, ógvuliga fegin.

Sum áður nevnt, so er B71 nú á deildum fyrsta plássi við FC Suðuroy og næsta uppgáva er komandi leygardag tá B71 menninir vitja ÍF í Fuglafirði. Seinasti dystur okkara millum var bara fyri nøkrum vikum síðani og tann dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Best hevði verið um vit fingu meiri burturúr hesu ferð, men livst so spyrst.

FC Suðuroy skal annars norðum fjørðin sunnudagin at vitja Vìking, ið í løtuni liggur á einum flottum 3. plássi. Eftir hettar 12. umfar verður so landsliðssteðgur og eftir hettar resta 4 umfør eftir av fyrru hálvu, áðrenn summarferiu í juli mánaði.

Vit gleða okkum til ein góðan dyst í Fuglafirði og vónandi eisini eitt gott úrslit.

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *