
Klassamunur
Besta liðið hjá B71 vísti klassan ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Tað var lagt upp til spenning inni í Dal fríggjakvøldið, tá teir næstbestu úr Gøtu/Leirvík vitjaðu teir gul/bláu í Sandoynni. B71 hevði ikki tapt ein dyst í, hvat kenst sum eitt mannaminnið, og fyriuttan at hava vunnið á nærmasta kappingarneytanum FC Suðuroy beint frammanundan, so hevði Víkingur bert tapt tann eina dystin í kappingarárinum, í apríl ímóti TB.
Uttan at man skal fara og reypa alt ov nógv, so kendist tað tó sum at klassin hjá B71 í ár var eyðsýndur, eisini hendan dagin. Víkinga leikararnir vóru góðir, men tað vóru altíð teir gul/bláu úr Sandoynnu, ið stýrdu dystinum júst har teir vildu hava hann.
Royndirnar, og álopini, vóru mong, men fyrsta málið kemur í grundini bert av tilvild, tá málverjin móttekur bóltin har afturi og tekur sær ov nógv av løttum við útspælinum. Ghanesiski áloypari okkara, Eric Oteng, rennir fram at trýsta og málverjin sendir bóltin beint í bringuna á honum. Bólturin støkkur til Aron Clementsen, ið sær at málverjin er rættuliga langt úti og nær ikki at renna aftur áðrenn heimasandsmaðurin lobbar bóltin elegant inn í málið til 1-0.
Næsta málið kemur 7 minuttir seinni og hesu ferð er tað Eric sjálvur, ið fær sett bóltin í netið, tá Lucas sær renningina í høgru síðu og spælir hann púra leysan móti málverjanum. Eric setur eina fína innarusíðu á og plaserar bóltin trygt í vinstru síðu til 2-0.
Yvirhøvir, so ber spælið hjá B71 brá av at vera serstakliga trygt og í grundini einfalt. Skjót mótálop og trýst tá tørvur er á tí. Aftanfyri liggja tó ivaleyst nógvir venjingartímar, fyri at fáa tað at síggja so einfalt út, tað er vist.
Triðja málið er eitt brotsspark. Lucas Ørneborg stendir millum tveir Víkinga verjuleikarar, tá bólturin verður spældur høgt frameftir. Hann temur bóltin og rennir so afturum verjuna, har hann verður steðgaður ólógligani av aftasta manni, á veg inn í sekstanmeturin. Brotsspark verður dømt og tað er Lucas sjálvur ið avgreiðir tað hegnisliga til 3-0 beint fyri hálvleik.
Dysturin tykist vera eitt sindur punkteraður fyri útivallaliðið, ið má verja fyri tað mesta restina av dystinum. Eftir góðan tíma, so er aftur boð eftir málverjanum at heinta bóltin úr netinum, tá B71 vinnur sær eitt hornaspark í vinstru síðu, ið verður sent beint í høvdi á verjuleika Mads Svane, ið stútar hann í netið til 4-0.
Seinasta málið er aftur kombinatiónsspæl millum Eric og Lucas, ið hava víst seg at riggað sera væl saman í álopinum. Lucas móttekur bóltin í álopsspælinum, leggur hann av til Lucas og rennir djúpt. Eric bíðar eftir røttu løtuni og stingur bóltin beinleiðis í føturnar á danska málkonginum, ið gerst púra leysur. Málverjin roynir at koma út, men Lucas skýtir bóltin lágt við síðunar av honum og beint í mál til endaliga úrslitið 5-0.
Kann tað ganga galið?
Ja, nú segði man tað øll hugsað, men sum ongin skal siga. Men tað er óluksáliga ringt at lata vera, tá eitt B71 lið er ósigrað í 11 dystir á rað, hevur vunnið 10 av hesum, 4 stig frammanfyri nummar 2, ið ikki kann flyta upp, 6 stig frammanfyri nærmasta kappingarneyta, ið kann flyta upp og 14 stig frammanfyri næsta kappingarneyta, ið kann taka seinnu uppflytingina.
Tað verður sagt at onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt og tað er onki so satt sum tað. Eisini hesu ferð, væl vitandi alt hattar har sum vit júst hava reksað upp, er hettar tann rami sannleiki, tí tað er júst tá tú byrjar at halda at nú gongur tað sum eftir ánni, at tú slappar av og tá er lætt at missa eitt stig her, eitt stig har o.s.f.
Tá kappingin er somikið long sum hon er og tað hóast alt eru fleiri dystir eftir at spæla, enn vit higartil hava lagt afturum okkum, so sigur tað seg sjálvt, at setur man stig til nóg ofta, so er tann munur vit hava nú, ikki nógv verdur.
Svarið er tískil, ja, tað kann væl ganga galið. Men spæla vit sum vit hava gjørt higartil, so er ongin orsøk til at tað fer at ganga galið. Líka so væl sum man skal verða eyðmýkur og arbeiða til arbeiðið er liðugt, so verður tað hiðani mett, at man skal ikki vera bangin fyri at njóta tær góðu løturnar og viðurkenna tað góða arbeiðið sum hevur elvt til góðu støðuna. Tað er ikki tað sama sum at slappa av og man skal duga at skyna ímillum tað at slappa av og so tað at spæla við sjálvsáliti og yvirskoti.
Tað fer at koma dagurin, har alt gongur galið og man skal grava djúpt at finna neyðuga hugin og orkuna, at yvirvinna ikki bara støðuna, men eisini seg sjálvan og tann ivan, ið krýpir inn, tá alt snøgt sagt fer til heita hula. Men allarhelst er tað hesar støðurnar, ið prógva um tú hevur tað sum skal til at fara allan vegin, ella um man snávar á mállinjuni. Eitt kalt høvd, hart arbeiði og evnini at reisa seg aftur, tá alt er gingið galið. Hesir eru eginleikar, ið bera langt, tá alt annað kemur til kort.
15 ár “í útlegd”
Javnan verður spurt hvussu langt síðani tað er at besta mansliðið luttók í bestu deildini og vit skulu heilt aftur til kappingarárið 2011 fyri at finna seinast B71 liðið í bestu deildini. Tað árið var tíverri eitt ringt ár fyri felagið og yvirhøvir vóru hesi árini ein skiftistíð fyri føroyskan fótbólt sum heild. Nógv føroysk feløg máttu finna seg til rættis í nýggja peninga veruleikanum, við tí at føroyskir leikarar kravdu alsamt meir og meir í løn.
Hjá B71 var hettar byrjanin uppá endan, í øllum førum av tíðini har vit megnaðu so dánt at fylgja við restini.
Vit fluttu niður í næstbestu deildina og við árslok 2013, megnaðu vit ikki eingong at standa ímóti har. Endaðu nummar sjokk og fóru beinleiðis niður í triðjbestu deildina.
Hettar var ein dyggur smeitur fyri sjálvsálitið at B71, ið flutti upp í bestu deildina og vunnu hana í 1989, hevði fostrað landskendar leikarar, ið høvdu víst dygdir fyri bæði lokala felagið og víðari úti í Fótbólts Føroyum, nú skuldi tað tungu leið niður aftur í triðjbestu deildina, har vit ikki høvdu verið síðani mitt í 80unum.
Her skuldi ein nýggj byrjan til og royndir vóru gjørdar at fáa skútuna uppá beint. Hóast nógv gott arbeiði var lagt í felagið og man vónaði at tað fór at bera frukt innan ikki so langa tíð, so vísti tað seg at nógv meir skuldi til, enn man av fyrstan tíð helt og visti. Steðgurin í næstbestu deildini var stuttur og longu tvey ár seinni í 2016 máttu vit enn eina ferð niður í triðjbestu deildina. Enn eina ferð aftast í deildini.
Tað tóktist sum um alt mátti gerast umaftur og tað var nokk eisini so. Seinasta avgerð, ið fráfarandi nevnd tað árið tók, var at seta høvuðsungdómsvenjara, ið skuldi byrja starv sítt árið eftir og tað var avgerandi fyri nýggja leistin og nýggju leiðina. Høvuðsungdómsvenjarin endaði við at gerast venjari hjá besta mansliðnum eisini og til tíðir eisini kvinnum. Knappliga var ein ávísur hugur aftur at spæla fótbólt. Besta mansliðið vunnu deildina í 2017 og fluttu upp í næstbestu deildina, har tað reið um snarið tey fyrstu tvey árini, men tað eydnaðist at vinna neyðugu stigini, so vit ikki fluttu niðuraftur og síðani tá, so hevur niðurflyting ikki verið nakað vit hava hugsað stórvegis nógv um.
Hettar merkti at fokus heldur kundi skiftast yvir á at royna og vinna sær uppflyting í bestu deildina, ið nú var eitt mál ið kundi røkkast. Yvirhøvir, so hevur allur arbeiðssetningurin seinastu nógvu árini verið at man gjørdi smávegis broytingar yvir longri tíð, so at man ikki strekti seg alt ov langt í einum, serliga fíggjarliga, tá tað var hettar, ið elvdi til allan ruðuleikan at byrja við.
Fylgjandi árini bjóðaðu uppá nógvar spennandi endaspurtir, har B71 hvørja einastu ferð vóru ov stuttir.
Tann góði felagsskapurin
Veruleikin er nokk tann, at øll hesi árini har fokus hevur verið á at bygt tann góða felagsskapin, so hava vit nokk samstundis hildið okkum aftur frá at gera nøkur alneyðug sats á mannfólka síðuni, soleiðis at eisini hesin parturin fær útfoldað seg optimalt. Man nýtist bert at hyggja at úrslitunum, ið hóast góð, ikki hava rokkið málsetninginum um at spæla í bestu deildini. Av tí sama, so mátti man hyggja inneftir og taka støðu til um vit vildu upp ella um tað var í lagið at halda á fram við tí sum vit hava. Trupulleikin við at halda á fram sum áður, var nokk tann at tá stóðu vit til at missa tær góðu ungu lokalu kreftirnar, ið vit ynsktu og enn ynskja, skulu mynda B71 lið nógv ár framyvir. Hópar hava verið ov smalir og vit hava koyrt á víðari, væl vitandi um at vit neyvan klárað heil kappingarár við so fáum leikarum, ið samstundis hava alt tað sum skal til fyri, ikki bara at flyta upp í bestu deildina, men eisini at halda okkum í bestu deildini.
Áðrenn kappingarbyrjan, var nýggi arbeiðssetningurin tó greiður. Skuldi besta mansliðið vera lív lagað og skuldu vit røkka uppflytingini, ið er gloppin á stokkinum fleiri ferðir áður, so skuldi okkurt nýtt til. Har skuldi sum tað allarfyrsta nógv fleiri mans til. Fleiri stuðulsleikarar valdu at gevast og nú var ikki nóg mikið við nøkrum útlendingum og so var restin lokalar kreftir, tí tað var snøgt sagt ikki ein møguleiki. Av fíggjarligum, men eisini ítróttarligum orsøkum, var avgerð tikin um at halda seg innanfyri norðurlendska økið mest møguligt, og tískil vóru nógvir danar keyptir inn at vera ein bulur, ið okkara lokalu leikarar kundu styðja sær til. Tíverri sóu nógv hettar sum seinasti naglin í kistuni á góða felagsskapinum, men vónandi er tað nú greitt fyri fleiri at tað er tað øvugta ið er sannleiki í so máta. Góðar fremmandar kreftir hava altíð verið í B71 og hava meir enn eina ferð verið orsøkin til at vit hava flutt okkum so langt sum vit hava og hóast vit í ár hava fleir enn nakrantíð fyrr, so er endamálið tað sama sum áður. At leikarar og fólk aðrastaðni frá speiða til góða felagsskapin og gera hann sterkari. So er spurningurin um man trýr tí útleggingini av sannleikanum, men tað er so eitt prát til eina aðru ferð.
Eingilskmenn hava eina orðing sum eitur “early days” og tað er enn early days hjá B71, hóast vit hava roynt í nógv harrans ár. Víðari veruleikin er nokk eisini tann at tað tekur ókristilga langa tíð at venda einari gongd og tær uppgávur sum man helt fóru at taka nøkur fá ár, tær endaðu við at taka nógv, nógv, nógv longri tíð.
Men vit eru her enn og vit eru her enn meir enn nakrantíð fyrr!
Greitt nummar eitt og tað skulu vit halda á fram at vera, nú vit nærkast summarhálvuni og einum væl tiltrongdum steðgi.
Drívið á B71!