
Eini 150 fólk vóru samlaði inni í Dal í góðveðrinum til árliga B71 familjudagin, nú vit eru í seinastu vikuni av venjing hjá flestøllum barna- og ungdómsliðum.
Mundu ikki fari heim aftur!
Tað sá eitt sindur ruskut út við veðrinum í gjár, men tá avtornaði, so var púra turt tímarnar vit spældu, hugnaðu, ótu og spældu eitt sindur meira til familjudag inni í Dal, ið ungdómsnevndin enn eina ferð hegnisliga hevði fyrireikað.
Byrjað var við spælið, væl fyriskipað av besta mansliðnum. Sera stuttligt var at síggja heilt lítil børn og trøllvaksnan ungdóm spæla saman og riggaði hettar eisini sera væl. Tey ungu tímdu væl tey lítlu og tey lítlu vóru sera errin av at sleppa at spæla saman við teirra eldru fyrimyndum.
Aftaná sera gott spæl, so var klárt at fáa sær lekran franskan hotdog og leskiliga saft, kaffi og the.
Sum siður er, so savnaðust vit øll á hálvuni til felagsmynd og hesu ferð vóru vit so nógv at tað tók fleiri minuttir at fáa øll stillaði upp, so myndamaðurin kundi klikkjað hesa frálíku ársins felagsmynd.
Hóast alt tað fyriskipaða í grundini var yvirstaðið eftir myndatøkuna, so vóru tað fá sum fóru avstað aftur beinanvegin. Ein rúgva var verandi í ein heilan tíma aftaná. Prátaðu, komu hvørjum øðrum við og børn, ung og vaksin spældu saman.
Ein frálíkur avslutningur av fyrru hálvu, ið hevur verið sera gevandi, rík uppá úrslit, men eisini upplivingar og felagsskapi. Vit gleða okkum at taka okkum meiri av løttum komandi vikurnar, men so hava vit hinvegin eisini nógv yvirskot at byrja aðru hálvu við, tá august mánaði nærkast og vit aftur hittast í verðins besta felagsskapi.
Drívið á B71!




































