Sandoyingar tóku fótin av spitaranum, eitt sindur for tíðliga og máttu taka til takkar við einum stigi.

Manglaðu skarpheitina

Seinastu nógvu vikurnar hevur besta mansliðið verið sum ein maskina, ið trumlaði nærum alla mótstøðu niður. Spælið hevur flótað væl, málini verið nógv og góð, og spæligleðin hevur verið í hásæti.

Tað var ikki heilt hopleyst í dag og tað er B71 ið skorar fyrst. Enn eina ferð var tað toppskjúttin Lucas Ørneborg, ið skoraði sítt 19 mál í dag, áðrenn summarstegðin. Hálvleiksstøðan er eisini 1-0, men beint eftir hálvleik er galið, tá HB fær javnað. Stutt eftir hettar, so fær B71 tillutað eitt brotsspark, ið Eric Oteng setur í kassan til 2-1, ið samstundis er hansara 7 mál í ár.

Tað er ikki nógv ið HB bjóðar inn við í hesum dystinum, yvirhøvir er B71 betra liðið, men tað er eitt B71 lið, ið tykist koyra við hálvari ferð. Lítið av tí hugflognum sum higartil hevur verið at sæð undanfarnu dystir og tíverri so er endaproduktið ikki nøktandi. Av tí sama, so fáa vit ikki fleiri mál og tankin lúrir í bakhøvdinum á teimum allarflestu at ansa vit ikki eftir, so kann 2-1 leiðslan gerast svikalig.

Í 88. minutti hendir so tað sum ikki skal henda og HB javnar til 2-2. Lítla løtu seinni fer ein B71 leikari um koll og ein HB leikari sær ikki for gott út, tá hann fer niður at skelda leikaran so illani at dómarin vísir mannin av vølli.

Ein sindur súrur endi, serliga tá talan er um stevnudyst, ið síðani skuldi avgerast við brotssparkskapping. Men leikararnir manna seg tíbetur upp, stilla seg til reiðar at gera sína skyldu og avgreiða brotsspørkini. Wenningsted í málinum bjargar tværreisur og endin er at Sverri Hansson kann seta avgerandi brotssparki í netið, so Sandoyarstevnusteypið 2026 ikki fer av oynni.

Hvussu so er og ikki, so er endaliga úrslitið javnleikur og er hettar fyrstu ferð síðani seinast vit leiktu 2-2 ímóti ÍF 09. mei, at sandoyingar ikki fáa fult stigatal.

2 mánaðir av sigrum

Sum sagt, so hava vit ikki sett stig til síðani 09. mei og síðani tá hava vit megna at fingið fult í 6 dystum, tvs. 18 stig. Endaliga úrtøkan áðrenn hálvuna er at vit sita á 1. plássinum í deildini við 38 stigum.

Aðrastaðni vann FC Suðuroy 4-0 og Víkingur knógvaði ÍF fyri løtu síðani og tískil eru gøtu/leirvíksmenn beint í hølunum á okkum, meðan vágbingar eru 6 stig aftanfyri, nú vit fara í summarsteðg.

Tá gongdin hevur verið so góð, so kenst tað sjálvandi eitt sindur sum ein niðurtúrur, tá man ikki megnaði alt tað man setti sær fyri, navnliga at enda fyrru hálvu við enn einum sigri og 40 stigum.

Men! Og hettar er sera týdningarmikið. Hettar er yvir og farið. Besta mansliðið hevur spælt til UG og megna væl meira enn vit frammanundan høvdu væntað, hóast vit altíð hava vónina um at okkara spæla seg upp á ovastu røkur.

Hiðani, í dystarfrásøgnunum, hava vit kanska eisini ov ofta fokus á tí ringa og teimum tingunum sum vit kunnu gera betri. Hóast hettar er við tí fyri eyga at okkara áhaldandi skulu betra um sítt avrik og vit ikki skulu hvíla á laurberjunum alt ov leingi, so er tað kanska uppá sítt pláss, nú vit kortini fara í feriu, at geva bert rós.

Leikararnir hava víst stríðsvilja, góðan hugburð, í venjing og dysti, og annars í felagsskapinum. Úrslitini hava eisini víst seg at verið góð og áskoðarin kann absolutt ikki klaga um hendan partin. Hóast brotssparkskappingin og steypasigurin bert var uppvísing, so var rómurin stórur frá áskoðarunum tá Wenningsted bjargaði og Sverri skoraði og B71 vann hendan partin. Hóast tað er væl skilligt at leikararnir eru keddir um afturstig sum í dag, so vísir tað seg at áskoðararnir eru við teimum, eisini tá teir ikki spæla so væl. Vit vita at tit vilja meira og at 01. august, tá vit spæla næsta og 16. umfar, heima ímóti NSÍ, so eru tit klárir aftur og svangir eftir trimum stigum.

Góða summarferiu og takk fyri eina sera væl avgreidda fyrru hálvu!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *