
B71 gjørdi sær dælt av at NSÍ manningin í dag mundi vera nakað skerd av evropeiska ævintýrinum.
Tað nærkast…
Fyri hvønn dyst, og hartil eisini fyri hvønn sigur vit fáa í skjáttina, gerst tað meir og meir sannlíkt at túrurin niður at venda ikki verður longri enn undanfarnu 15 árini. B71 er eitt gott prógv um, at tað ber til at hava eitt gott og virkið felag, við skítfult av góðum fótbólti og góðum upplivilsum, hóast man er leingi burtur frá ovastu rók.
Tað var ein dyggur smeitur at flyta niður í 2011 og hóast man visti at støðan var ring, so væntaði nokk ongin at vit í mansfótbólti fóru ikki at vera aktuellir í so nógv ár sum talan hevur verið um. Fyrstu árini hereftir vóru minni góð fyri besta mansliðið, men tíbetur hingu leikarar í og felagið helt fokus á onnur ting, hesa tíðina. Næsta tíðarskeiðið snúði seg um eitt ávíst neyðugt uppruddingararbeiði og at finna ein nýggjan samleika til hesa nýggju og umskiftiligu tíðina. Felagið hevur síðani, meir og meir, roynt at hildið fast í B71 sum eitt oyggjar- og familjufelag.
Tað er tó rift um at kalla seg eitt familjuvinarligt felag, so í so máta er B71 ikki nakað heilt serligt. Til tíðir megna vit tó hesa uppgávu heilt væl og tað er so ein sannroynd at børn, ung og vaksin hava eitt sera gott og fjølbroytt tilboð inni í Dal hjá B71.
Tað eru hinvegin bert tvey fótbóltsfeløg í Føroyum, ið kunnu bera heiti “oyggjarfelag” og tað er B71 og KÍ. Vit eru einaráðandi í ávikavíst Sandoynni og Borðoynni, tá tað kemur til fótbólt, væl at merkja. Í Borðoynni hava tey hinvegin nógv virksemi, ið tey sum oyggj eru felags um, men í Sandoynni eru tað ikki nógv sum sameinir allar bygdirnar og fólkið, ið her býr. Og onki savnar sandoyingar so nógv sum B71. So langt burtur frá.
Nú vit eru burturstødd av ovastu rók 15. árið á rað, so vóna vit sjálvandi at tað verður komandi ár at Sandoyggin aftur sleppur at royna seg millum tey. Enn eru vit ikki matematiskt tryggjaði uppflyting, men sum sagt, so nærkast tað.
Tryggjaðu stigini beinanvegin
Tað merktist á NSÍ, at teir vóru kroystir av evropeisku luttøkuni, ið sjálvsagt krevir sítt við manning. Vit skora ikki beinanvegin, men tað er hinvegin bert einvegis ferðsla hendan dagin inni í Dal og tað skal eitt lítið kvarter til, so hevur vandamikli verjuleikarin Mads Svane, fingið hol á og skorað til 1-0, við einum góðum skallara tætt uppundir mál.
Løtu seinni er Lucas Ørneborg á blettinum og økir fyrst til 2-0 í 24. minutti og so aftur til 3-0 í 34. minutti.
Lucas er viðvirkandi til 4-0 málið eisini, tá hann setur ein verjuleikara av tætt uppundir málið, sneiðir bóltin flatt innfyri har fleiri B71arar standa klárir at pota bóltin í málið, men tað er so ein NSÍ verjuleikari, ið ikki fær sneitt bóltin burtur, men ístaðin beinir bóltin í egið mál til 4-0 í 38. minutti.
Bólturin er ikki meir enn lagdur aftur á miðjuna og dyturin byrjaður, áðrenn Tobias Koktvedgaard fær møguleikan at skjóta útifrá. Bólturin støkkur av NSÍ leikara, snýtir málverjan og endar í málinum til hálvleiksstøðuna 5-0.
Í 2. hálvleiki fáa vit tvinni mál afturat og enn er tað mestsum bara B71, ið hevur álopini. Mads økir til 6-0 í 62. minutti, tá bólturin verður spældur aftureftir og rullar forbí fleiri leikarar, ið ikki fáa skot á, áðrenn Mads kann leggja hann væl til rættis og hamrar so bóltin upp í vinstra málhorn til 6-0.
Seinasta málið kemur í 67. minutti, tá Tobias Koktvedgaard er hægstur eftir innlegg og fær stútað bóltin í netið til endaligu støðuna 7-0. Leikarar verða skiftir inn seinastu løtuna og seinastu 20 minuttirnir eru meiri rótutir. Meir hendir ikki í dystinum og dómarin floytar dystin av eftir bert ein lítlan minutt av yvirtíð.
3 stig nærri uppflytingini.
Drívið á B71!







































