
Menninir gjørdu nóg mikið og lótu ongan iva verða um úrslitið, hóast dysturin sjálvur var lítið minnisverdur.
Spennandi dómarar
Um tað var tí vit spældu skjótt aftur mitt í viku ella tí vit høvdu fingu nokk av málum, eftir málveitslu inni í Dal farna leygardag, er ilt at siga, men tað blivu ikki líka nógv mál hesu ferð og ein meiri tamur dystur yvirhøvir.
Í ár hevur tað ikki verið nógv fokus á dómararnar úr B71 leguni. Ivaleyst tí tað hevur gingið óvanliga væl og vinnur man, so gloymir man eisini skjótt alt tað ringa. Kanska vantandi spenningur í dystinum var orsøkin til at tað hesu ferð bleiv nógv tosað um dómaraavrikið ímeðan og eftir dyst, men áskoðarar, leikarar og venjarar tóktust ikki vera væl nøgd við avrikið hendan dagin. Tvinni brotsspørk blivu dømd ímóti B71, meðan okkara fingu gult kort fyri at filma seg til tað sama í hinum endanum, umframt onnur ivasom gul, ið enntá elva til leikbann komandi umfar.
Sigast skal at dómarin var nú so beinasamur at greiða frá støðunum eftir dystin og hettar hjálpti so uppá lagið, hóast tað tíverri ikki merkti at tað var full semja millum partarnar. Tað vil so vera og man má bara vera glaður fyri at avgerðirnar ikki høvdu ávirkan á úrslitið hendan dagin.
Sigur; 3 stig; víðari!
Spælið í gjár átti B71 fyri tað allarmesta. EB/Streymur hóttu einkultar ferðir, serliga tá teir fangaðu verjuna á skeiva beininum. Verjuspælið hjá B71 hevur annars verið sannførandi í ár, men í gjár tóktust menn eitt sindur ókonsentreraðir í støðum.
EB/Streymur fær tó ikki hol á fyrrenn heilt seint í dystinum og tað er B71 sum setur hol á fyrst í 27. minutti, tá Bogi Hentze spælir bóltin út til Eric Oteng, ið tekur eitt trekk til vinstru inn í banan og sær Jonathan Canto Nielsen standa púrasta ódekkaðan í sekstanmetrinum. Hann sneiðir bóltin innum til mannin, ið vendir og skýtir fyrstu ferð uppundir nettakið í høgru síðu. Eitt einkult, flott og skjótt mál.
Fýra minuttir seinni er toppskjúttin Lucas Ørneborg uppá spæl fyri 22. ferð í ár. Aftur er tað Eric Oteng ið leggur upp til mál, ið hann eftirhondini eisini man hava gjørt mest av í ár. Tað er hornaspark, Eric sendir bóltin hart og flatt ímóti kantinum av sekstanmetrinum, har Lucas rennir ímóti bóltin, tekur við sær fyrstu ferð innum og skýtir nærum júst sama stað sum til leiðslu málið. Bólturin situr hart og væl uppundir nettakinum í høgru síðu, eina ferð enn, hesu ferð til 2-0.
Bert fáar minuttir seinni liggja vit tíverri og snorksova í verjuni, tá ein bóltur verður sneiddur aftur til Mathias Myrthue, ið ætlar at lata bóltin fara til Wenningsted í málinum. Ein EB/Streyma áloypari sær at bólturin er leysur og sneiðir innfyri at taka bóltin og í eini roynd at spæla aftur til málverjan, fellir vælvaksni danin leikaran og brotsspark verður rætt dømt á hesum sinni.
Jákup Hummeland verður settur at skjóta, men Wenningsted Ørvarodd, ið hevur fingið afturval fleiri ferðir í seinastuni millum stengurnar, vísir hvør dugir er í sær, velur røttu síðu og bjargar.
Hóast verjuvillu í fyrra hálvleiki, so fær Mathias eitt sindur av uppreisn, tá hann spælir ein fínan bólt ígjøgnum til Jonathan Canto Nielsen, ið rekur og rekur og tá so ongin verjuleikari steðgar honum, so er bara at skjóta útifrá, tá man kemur heilt fram til sekstanmeturin. Bólturin situr lágt og langt úti í vinstra borðið. Málverjin fær ikki fatur á bóltin, ið trillar í mál til 3-0 eftir ein tíma av spæli.
Fleiri mál koma ikki og seinasti hálvi tímin var ikki serliga áhugaverdur. Enn eru tað sandoyingar ið stýra, men tað sær sjáldan serliga hóttandi út. EB/Streymur fær kanska fóta sær meiri hesa seinastu løtuna. Í 83. minutti fáa EB/Streymur hinvegin eitt tað bíligasta brotssparkið í ár, tá ein leikari rennir bóltin út til málspark, men dómarin metir at har hevur verið kontakt, tá leikarin dettur á veg út av vøllinum. Dómarin stendur tó sera væl fyri, so man má ganga út frá at hann sær tað sum vit ikki síggja. Brotsspark verður tað so og hesu ferð sendir málskjúttin Mathias Andersen málverja okkara skeivan veg og minkar um munin til 3-1.
Ímóti endanum av dystinum fær B71 ein risa møguleika tá Mads Svane kemur púra etandi fríur móti málverjanum, men hevur møguliga for nógva ferð og má gera skjótt av við skotinum, ið málverjin so bjargar. Returbóltin endar næstan aftur hjá sama manni, men EB/Streyma verjan fær rudda av linjuni í seinastu løtu.
Øll rundan vøllin halda hinvegin at brottspark verður dømt, tá Lucas Ørneborg kemur við fullari ferð inn í sekstanmeturin, trekkir framvið EB/Streyma verjuleikaranum, ið letur beini hanga og málfarligi danin tykist detta tvørturum beinini. Dómarin metir hinvegin at maðurin hevur tveitt seg og úrslitið er eitt gult kort til danan, ið sostatt hevur leikbann komandi viku.
Løtu seinni kókar yvir á bonkinum, tá bæði venjari og hjálparvenjari fáa ostaflísina. Dysturin endar tó løtu seinni og meir hendir ikki hendan dagin á Eiði. 3-1 sigur til teir gul/bláu, ið fyribils leggja seg uppaftur longri einsamalt á odda, áðrenn seinastu dystirnir verða leiktir í vikuskiftinum.
Breiddin fær seg roynda
Man kann gleðast yvir at her komu trý stig í hús, enn eina ferð, men spurningurin er um sigurin kann verða dýrt keyptur. Lucas Ørneborg fekk sum kunnugt 4. gula kortið men eisini Mads Svane fekk 4. kortið, ið merkir at báðir mugu hyggja at fótbólti komandi viku í Hoyvík. Omaná hettar, so letur tað harafturat til at høvuðsvenjarin við 3 gulum kortum somuleiðis hevur leikbann komandi dyst, tá venjarar fáa leikbann eftir at hava fingið 3 gul kort.
Mathias Myrthue fekk eisini gult kort fyri brotssparkið og er hettar 6. kortið í ár. Hann hevur longu sitið leikbann fyri 4. kortið og tá kappingarreglarnir siga at man fær leikbann fyri triðja kortið hereftir, so manglar hann bert eitt kort, so situr hann úti fyri aðru ferð í ár. Hyggja vit eftir yvirlitinum, so sæst eisini at Jonathan Canto Nielsen má ansa sær eitt sindur, tí hann er á 3. gula kortinum higartil. Eisini hann fær leikbann næstu ferð hann verður vístur ostaflísuna.
Hettar ljóðar kanska alt ógvusligt, men sigast skal at tá man byrjar at nærkast seinasta triðjinginum av kappingarárinum, ið vit so eru farin undir nú, so er hettar júst tíðin tá ónollur sum leikbann og skaðar kunnu gera seg galdandi. Teir sum sita á bonkinum mugu tískil gera seg til reiðar at spæla fleiri minuttir og nú fer tað so at vísa seg um vit hava nóg nógvar at standa ímóti við ella ei. Hettar kann hinvegin vera tíðin tá vit síggja meir til nakrar leikarar, ið kunnu gera seg galdandi og geva venjaratoyminum jaligt høvuðbrýggj seinastu tíðina um hvør skal byrja og ikki.
Avgerandi stig fyri framman
Komandi umfar, 15. august, fara vit í holt við 9 teir seinastu dystirnar og seinasta triðjing av kappingarárinum. Úrslitini komandi umførini fara at geva okkum eitt greitt boð hvussu nógv fer at standa á endaspurtinum. Næsti dystur verður í Hoyvík og har fara vit sum kunnugt við skerdari manning, so her mugu kortini blandast á nýggjum. Eftir hettar er heimadystur ímóti okkara argasta kappingarneyta í ár, Víkingi, ið bara ikki vilja sleppa okkum avstað. Nógv fer ivaleyst at standa á hendan dagin inni í Dal.
Eftir hettar eru tveir dystir ímóti havnaliðunum, fyrst heima ímóti B36 og síðani í Gundadali ímóti HB.
Tað er hopleyst at spáa um úrslit hesa tíðina, men eitt er vist at nú er at hava tunguna mitt í munninum og ikki standa og geva møguleikar burtur við dyrnar. Ætlar man at prógva at man er eitt lið, ið ikki hoyrir heima nakra aðrastaðni enn millum 10 tey bestu í 2027, so má man prógva tað hesi umførini, tá allarmest stendur á.
Endaspurturin aftaná vita vit longu fer at vera harður og seigur at kroysta nógv stig burturúr. Av tí sama, so eru næstu umførini allarbesti møguleikin vit fáa at leggja okkum einsamalt á odda og staðfesta at vit eru besta liðið í deildini, eina ferð med alla. Men lætt verður tað so bestemt ikki.
Latum okkum fara eftir øllum!
Drívið á B71!









