
Tað kendist sum uppflytingin var í hús, tá B71 vann á Víkingi í gjár. Staðfestingin má tó bíða fyribils.
Kom nú…
Ikki sørt at man kennir seg eitt sindur forkelaðan í hesum døgum, tá uppflytingin leingi hevur verið á breddanum og sigrar og stig rulla inn um gáttina.
B71 er snøgt sæð ikki til at vinna á í løtuni og fótbólturin er á høgum støði. Hettar er eisini orsøkin til at vit eru nú bert tann eina sigurin frá at staðfesta eina uppflyting, ið kann verða veruleiki komandi leygardag inni í Dal ímóti teimum næstbestu hjá B36.
Undan dystinum ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, ið er tiltikið trupult lið at spæla ímóti, var málsetningurin sjálvsagt at vinna, bæði fyri at leggja sjógv millum okkum á fyrsta plássinum og gøtu/leirvíks menn á øðrum plássi, men eisini tí man livdi í vónini at man, við røttum úrslitið í dystinum millum ÍF og B36, kundi bresta sjampanjufløskurnar nærum í ótíð og feira uppflytingina m.a. á Seinsummardags tiltakinum, ið var hendan dagin.
Tað var hinvegin greitt rættuliga tíðliga at B36 formáddi sær ikki tað stóra ímóti einum væl uppløgdum ÍF liðið, ið vann ikki minni enn 9-3 á fyribils heimavølli teirra í Sarpugerði.
Ongin staðfesting, men tað var ógjørligt at steðga veitsluróminum í Sandoynni og sangurin rungaði til langt út á náttina.
Suverent best ímillum næstbest
Nú er ikki tíðin at verða eyðmýkur. At byrja við hava vit niðurspælt tingini, tá vandin er at man fer at taka tingini fyri givið, men tað er snøgt sagt ógjørligt at finna orsøkir til hví vit ikki bara skulu vinna alt sum restar í, tá vit frammanundan hava vunnið 16 út av 20 dystum og bert 2 ferðir farið av vølli við ongum stigum. Tað er ein dygd at verða eyðmýkur, men vit mugu eisini bara staðfesta at teir bestu hjá B71 eru ov góðir til at vera verandi ímillum teir næstbestu; og tað er onki galið í at viðurkenna hettar. Tvørturímóti.
Tá alt tað so er sagt, so má rós latast Víkingi, ið er eitt felag, ið hjúklar um heimligu leikarar sínar og brúkar nógva tíð og orku at syrgja fyri at teir hava eitt gott og væl samanspælt lið í øllum deildum. Tað er ikki uttan orsøk at Víkingur hevur nakrar av mest loyalu leikarunum og áskoðarunum í landinum. Teirra konsept er absolutt vert at stremba eftir, um møguligt.
Umstøðurnar hjá B71 er hinvegin eitt vet øðrvísi, bæði tá tað kemur til fígging, men eisini hvussu mótstøðufør vit eru í heila tikið, serliga við atliti til fólkatal og fólkasamanseting. Sum støðan er beint her og nú, so kunnu vit ikki mengast við teimum stóru, um okkara lokalu ikki verða styrktir og útfordraðir uttanífrá. Av tí sama, so hava vit óvanliga nógvar, ið ikki eru uppaldir í felagnum. Hettar hevur borið sjálvsagdan kritikk við sær, men vit meta at valið var tað rætta. Vónin er hinvegin at vit framyvir fara at megna at byggja uppá góða barna- og ungdómsarbeiði, til vit eru komin har til at vit fáa minkað um tørvin á útlendskari hjálp. Ikki tí fólk uttanífrá ikki hava verið okkum til miklan frama, tí tað hava tey absolutt og viðhvørt høvdu vit ikki klára at hildið stand uttan; men tað er ein sannroynd at jú meira vit klára at dúva uppá okkara egna, jú betri fortreytir hava vit at kappast í framtíðini. Hettar fer tó at taka tíð at byggja upp, so fyribils gleðast vit yvir at tað finnast nógvir leikarar, ið ikki eru haðani, men elska at spæla í gulum og bláum. Tað er jú, nakað heilt serligt!
Vístu góðskuna
Í sjálvum dystinum í gjár, so var lagt upp til ein sera truplan dyst og tað sæst aftur á hálvleiksúrslitinum. B71 er møguliga eitt vet betur í fyrra hálvleiki, men Víkingur megna at standa ímóti og ongin fær mál fyrstu løtuna.
Í øðrum hálvleiki klára teir ljósabláu norðanfjørðs tó ikki meira. Í 50. minutti sendir Sverri Hansson bóltin fram til Suna Herman Petersen, ið leggur bóltin av til Aron Clementsen, ið somuleiðis leggur bóltin av til vandamikla álopsessið, Lucas Ørneborg, ið smekkar til dygst í handara málhorn høgrumegin. Málverjin stendur plantaður á strikuni og hevur ongan kjans. Bólturin syngur í netið til 1-0.
10 minuttir seinni er aftur vandi á ferð hjá Víkingum, tá B71 trillar bólt frammanfyri sekstanmetrinum. Vit megna ikki at brodera okkum ígjøgnum tjúkka verjumúrin, ið hevur lagt seg heilt aftur frammanfyri mál at verja, men tá bólturin verður ruddaður beint út til Tobias Koktvedgaard á kantinum av feltinum, so livir man lívið farligt. Tobias temur bóltin við bringuni og smekkar til fyrstu ferð. Hesu ferð fluktar hann bóltin í vinstra málhorn, men úrslitið er tað sama sum áður. Mál og 2-0 leiðsla.
Seinasta málið í 84. minutti eigur Tobias somuleiðis. Eric Oteng, ið hevur lagt upp til eina asins rúgvu av málum okkara í ár, fintar verjuna í høgra borði og leggur síðani bóltin av til Tobias, ið leggur bóltin til rættis og smekkar til. Ein Víkinga verjuleikari klárar hesu ferð at blokera skotið, men bólturin støkkur uppum mannin og er leysur. Tobias ger skjótt av, temur bóltin aftur og setur bóltin hegnisliga í kassan lágt í vinstru síðu. 3-0 til B71 og dysturin er avgjørdur.
Mangla 3 stig afturat
Vit skulu helst hava mangt slíkt, men fyri at staðfesta hesa uppflytingina, ið vit leingi hava tosað um, so mangla bert 3 stig í komandi dysti ímóti B36. Eitt stig er ikki heilt nóg mikið, tá ÍF við einum sigri verður 18 stig aftanfyri, ið er júst tað stigatalið, ið restar í tá næsta umfar er lokið. Málmunurin hjá B71 er hinvegin 40 fleiri enn ÍF í løtuni, so tað er ikki júst sum at møguleikin var serliga realistiskur, um so var at sandoyingar bert megnaðu eina stigið ella illanstíð onki stig komandi leygardag. Men! Uppflytingin skal í hús og tað “einasta” sum krevst er 3 stig afturat. Megna vit tað, so kunnu vit hála sjampanjufløskurnar fram aftur og 29. august verður tá ein merkisdagur í søgu felagsins, saman við nógvum øðrum.
Vit bæði vóna og vænta eina rúgvu av fólki inni í Dal leygardagin. Nú manglar lítið í!
Drívið á B71!
























