B71 hevði týðiligan yvirvág ímóti næstbesta liðnum hjá B36, ið tóktust ætla sær at spilla ballið eina løtu.

Her koma vit!

29. august 2026 er hervið innskrivaður í søgubøkurnar, sum enn ein týdningarmikil dagur í søgu felagsins. Besta mansliðið kláraði at basa B36 og nú er tað matematiskt ikki longur møguligt hjá nøkrum liðið at taka uppflytingina frá sandoyingum.

Hettar er sostatt 6. ferð at B71 vinnur sær uppflyting til bestu føroysku mansdeildina. Fyrstu ferð í 1988, tá vit, sum flestøllum kunnugt, vunnu FM árið eftir, í 1991, 1998, 2006 og síðstu ferð var so fyri 17 árum síðani í 2009, áðrenn vit fóru niður fyri 15 árum síðani.

Hyggur man gjøgnum søgubøkurnar, so síggja vit annars at hettar er ikki fyrstu ferð at B71 hevur stríðst við, og komið heilt nær við fleiri ferðir, at flyta upp aftur í bestu føroysku mansdeildina. Uppflytingin í 1998 gav okkum 3 fylgjandi ár í bestu deildini, áðrenn vit ruku niðar aftur. Árið eftir í 2002 enda vit nr. 2, men orsaka av at reglarnir fyri uppflyting vóru øðrvísi tá, so skuldi spælast upp- og niðurflytingardystir ímóti næstseinasta liðnum í ovaru deildini. Hettar gjørdu vit aftur í 2004 og 2005, men vunnu ongantíð hesar upp- og niðurflytingardystirnar, hvørt merkti at vit, hóast góð úrslit, máttu leika í næstbestu deildini árini 2002-2006. Í 2006 vunnu vit hinvegin deildina og fluttu beinleiðis upp. Í 2009 endaðu vit aftur nummar 2, men tá vóru upp- og niðurflytingardystir avskaffaðir og B71 leikti tískil í bestu deildini árini 2010 og 2011.

Nú trína vit hinvegin enn eina ferð innum gáttina til bestu mansdeildina og skulu leika har komandi kappingarár í 84. kappingarárinum av fótbólti í bestu føroysku mansdeildini. Tað verður ein kempistór avbjóðing at venda aftur, eftir so nógv ár í útlegd. Føroyskur fótbóltur hevur flutt seg heilt nógv hesa tíðina og hóast B71 eisini hevur roynt at ment seg sum frægast, so er tað somikið langt síðani at vit hava spælt ímóti teimum bestu og roynt okkum í einum meiri professionellum høpið, at ilt er at vita hvussu hettar fer at spæla av. Vit fáa nokk bert fyrireika okkum so væl sum til ber og vóna at tað vit megna frá nú til nýggja kappingarbyrjan um eitt gott hálvt ár, fer at verða nóg mikið. Fyribils hava vit hinvegin eina uppgávu at loysa og tað er at vinna deildina, so vit ikki bert flyta upp, men flyta upp sum meistarar í 1. deild!

Tað gekk!

Tá tað kemur til sjálvan dystin, ið var fokuspunktið fyri dagin, dysturin kundi man freistast at sagt, so sá tað leingi út til at hann var tann avgreiðsluspurningurin, ið vit høvdu vóna hann fór at vera “í dagens anledning”.

Eric Oteng setur eitt brotsspark lágt og hart í netið í 20. minutti, meðan Suni Herman Petersen skorar fyri aðru ferð í ár og økir til 2-0 í 25. minutti. Heini Guttesen hjá B36 minkar um munin eftir hálvleik og so er 2-1. Hettar heldur bert eina elalítla løtu, tí longu minuttin eftir, situr bólturin í B36 netinum og hesu ferð er tað nýggjasti maðurin á liðnum, Nicholas Sejr, ið takkar fyri álitið og skorar sítt 3. mál í ár til 3-1. 7 minuttir seinni økir Lucas Ørneborg til 4-1 og tá hann aftur skorar í 74. minutti til 5-1, so halda vit at nú er punktum sett fyri einum góðum úrslitið, møguliga vit fara enntá at skora 1 ella 2 afturat.

B36 er tó ikki komið suður at leggja seg niður og í 83. minutti minkar Carl Mikkelsen hjá teimum hvít/svørtu til 5-2 og 3 minuttir eftir hettar minkar Jeremiah Okornoe um munin til 5-3, nærum burtur úr ongum.

Sandoyingar hvøkka við og ikki sørt at vit áskoðarar eru heldur nipnir uttanfyri vøllin, tí hvar kom hattar frá? Veitslurómurin tykist vera eitt sindur í vanda hesa lítlu løtuna, men tað gerst tíbetur greitt, at har kemur ikki meira frá B36 kortini. B71 er væl nøgt við bara at fáa dystin floytaðan av og tí hendir heldur ikki meira seinastu løtuna. Dómarin floytar fyri seinastu ferð hendan dagin og úrslitið er staðfest. 5-3 til sigur til B71 og eina billett til Meistaradeildina 2027.

Ung sum gomul í veitslu

Aftaná at sigurin var staðfestur, so runnu áskoðarar, sum vera man, inn á vøllin og heiðraðu leikarunum og venjarunum, ið framdu bragdið. Formenn blivu tveittir í luftina, samrøður gjørdar við miðlar og myndir tiknar í hópatali. Man vildi ikki kanna sær bitan, men tað var fyrireika til veitslu í Virkinum seinni um kvøldi, ífall at tað gekk sum tað skuldi. Tá úrslitið var staðfest, so bleiv tað, umvegis sosialar miðlar og junglutrummurnar annars, boðað frá at opið hús fór at verða og øll vóru vælkomin.

Leikararnir sjálvir hugnaðu sær óført inni í Dal og har bleiv stuðlað og hugt at bæði 2. deild og kvinnum, ið somuleiðis royndu at avgreiða sínar uppgávur, áðrenn tey eisini kundu fara í fínasta skrúð.

Komnir heim til Sands, so var ein herur av fólki, úr allari oynni, troppað upp at taka ímóti liðnum. Farið var innar til móttøku, har fesk súpan eisini var at fáa. Eftir hettar, so var dansað, sungið og rópt til tann ljósa morgunin.

Best av øllum var nokk, sum Eli Hentze rætt nokk viðmerkti, at veitslan var sermerkt við at øll fólkasløg og aldrar vóru samlaðir undir einum takið. Ung, sum gomul, dansaðu, sungu og kvøddu, lið um lið. Høvdu allir dagar bara kunna verið sum tann í gjár, so var friður í verðini vissur.

Gerandisdagur aftur

Veitslur eru góðar. Tað ringasta við veitslum er at tær hava ein keðiligan tendens at enda. Soleiðis verður eisini fyribils, nú vikan nærum er lokin og arbeiðs- og gerandisdagurin aftur er yvir okkum.

Í komandi viku fara vit aftur til arbeiðis og leikarar og venjarar mugu somuleiðis aftur inn á vøllin at venja og fyrireika seg til næstu uppgávu, ið hesu ferð verður sunnudagin ímóti HB í Gundadali. Eftir hettar, so fara vit ein túr til Suðuroyar eftirfylgjandi leygardag, áðrenn vit aftur eru á heimavølli fríggjadagin 18. september ímóti EB/Streymi. Eftir hendan dystin verður ein longri støðgur í kappingini og vit spæla faktiskt ikki seinastu trý umførini fyrrenn 10. oktober, tá vit vitja NSÍ í Runavík, bjóða ÍF til dyst inni í Dal 17. oktober og enda so kappingarárið við einum, væntandi sera forvitnisligum túri til Tvøroyrar at dystast ímóti TB 24. oktober.

Hóast vit eru sera, sera, sera fegin um at hava fingið staðfest uppflytingina, so skerst ikki burtur at vit fara miðvíst eftir øllum og meistarar skulu vit verða eisini! Tað er nokk ongin vandi fyri at leikararnir slakka alt for nógv av, hóast uppflytingin er veruleiki, tí medaljurnar eru fínar, men steypið er tað man fer eftir í seinasta enda.

Vit gleða okkum og síggjast aftur í komandi viku, tá fyrsta uppgáva er at syfta teir reyð/svørtu havnamenninar.

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *