
Fyrsta málið kom beinanvegin, men so gekk heldur strilti næsta tíman, til m.a. Lucas Ørneborg kom í gongd aftur.
Sorl í Suðuroy
Áðrenn vit taka fat í undanfarna dyst í 24. umfari, so mugu vit líka nema við dystin frammanundan ímóti FC Suðuroy, har dystarfrásøgnin tíverri bleiv til onkis.
B71 fór annars suður við góðum treysti. Onki tap í ½ ár og góðar vónir at geva vágbingum skarpan gang í fjórðseinasta umfari. Tá avtornaði, so bleiv tað snøgt sagt onki kupp at fara suður við Smyrli á hesum sinni.



Hóast vit fylgdu við eina lítla løtu, so var tað rættuliga skjótt eyðsæð at FC Suðuroy høvdu gjørt av at vit skuldu avstað aftur við ongum, kosta hvat tað kosta vildi. Heimaliðið spældi góðan fótbólt, umframt at teir spældu við musklunum og spurningurin um tað tók okkara av bólið fyrstu løtuna ella um vit ikki megnaðu at geva aftur av somu skuffu. Hvussu so er og ikki, so stóð tað 2-0 til FC Suðuroy tá tað nærkaðist hálvleiksbríksli og tað sást ikki nógv til B71. Kanska var tað hettar sum frustreraði menn somikið nógv at tað í 45. minutti, beint áðrenn hálvleik, kókar yvir hjá Jonathan Canto, ið var sintur um eitthvørt ið var farið fram og sparkaði ein leikara hjá FC Suðuroy. Onki ivamál hjá dómaranum, ið vísti beinleiðis reytt kort og tíbetur gjørdi leikari okkara ikki støðuna ilt verrið, men fór av vølli uttan at mótmæla.

Var tað trupult áðrenn, so fór tað ikki at vera lættari at spæla ein heilan 2. hálvleik við 10 monnum og eftir góðan tíma av spælið, so økir FC Suðuroy um leiðsluna til 3-0. Vandi er fyri at tað fer at ganga heilt galið og kanska gongur hettar upp fyri B71, ið eftir hettar spælir heldur frægari og fær enntá eitt mál fyri ómakin í 64. minutti, eftir sera flott kombinatiónsspæla, ið Nicholas Sejr kann seta innarusíðuna á beint frammanfyri málið og minkar um munin til 3-1.
Hettar pyntar uppá støðuna, hóast tað ikki eru nøkur realistisk útlit til at vit fara at fáa nøkur stig hendan dagin og vónirnar vera so punkteraðar aftur í 81. minutti, tá FC Suðuroy setur bóltin í málið fyri 4. ferð og dysturin endar sostatt 4-1 til heimaliðið FC Suðuroy, ið staðfestir uppflytingina til Meistaradeildina og hjartaliga til lukku ynsktu og ynskja vit mótstøðuliðnum okkara.
Uppreisn á Tórsvølli
Tíbetur fingu vit møguleika at fáa tváttað sera ringa úrslitið ímóti suðuroyingum av okkum aftur, tá vit skuldu spæla fríggjakvøld ímóti EB/Streymi. Dysturin fór tó ongantíð at vera bara bara at avgreiða, tá EB/Streymur júst hevði vunnið heili 4-0 á heimavølli ímóti nærmasta kappingarneyta okkara, Víkingi. Harafturat, so vóru fyrireikingarnar til dyst eitt sindur ávirkaðar av at vit máttu brúka eini 2 dagar uppá at finna nýggjan heimavøll, tá ljósini inni í Dal, vánalig sum tey eru, streykaðu afturat øllum.
Valið fall á Tórsvøll og tíbetur vóru bæði HB og Tórshavnar kommuna so beinasom, at veita okkum fyribils innivist hettar kvøldið, so dysturin kundi avgreiðast sum ætlað.
Tá alt kom til alt, so høvdu vit tað faktiskt stak hugnaligt á tjóðarleikvøllinum. B71 gjørdi okkum tann beina at skora beinanvegin til 1-0, tá Tobias Koktvedgaard smekkaði bóltin í netið til 1-0. Hettar sissaði nervarnar nakað, men teir byrjaðu so smátt at koma aftur, tá ikki stórvegis meir hendi í longri tíð. Hálvleiksstøðan gjørdist 1-0 og hóast okkara gul/bláu tóktust vera væl betra liðið, so spøkir møguleikin altíð um at mótstøðuliðið knappliga fær sníkt sær eitt útjavnandi mál, tá munurin er somikið lítil.
Ikki fyrrenn í 68. minutti gjørdust vit róligari, tá Lucas Ørneborg skoraði 26. mál sítt í næstbestu deildini í ár og leggur B71 framum 2-0. Vit vóru við at gerast bangin, tá hann ikki hevði skorað eitt einasta mál í báðum dystunum frammanundan! Hettar nýttust vit tó ikki vera, tí 3 minuttir seinni økir Lucas til 3-0 og minuttin eftir vil Aron Clementsen, ið er stórspælandi í ár, eisini sleppa uppí part og økir til 4-0. Seinasta málið eigur Lucas aftur, tá hann skorar til endaliga úrslitið 5-0 og hevur nú tilsamans 28 mál í 25 dystum.



22 dagar millum dystir
Tað tykist ógvusligt og tað er tað nokk eisini, men frá fríggjakvøldinum 18. september, tá vit spældu dyst og vunnu ímóti EB/Streymi, til besta mansliðið aftur skal í eldin leygardagin 10. oktober í Runavík ímóti NSÍ, so hava verið heili 22 dagar av steðgi! Spurningurin er um tað virkuliga fanst ongin betri máti, men fakta er so at steðgurin hesu ferð er óvanliga drúgvur og at vit mugu tryggja okkum at vit eru klárir tá vit nú eina ferð aftur sleppa at spæla fótbólt. Hvussu man ger hettar við trimum vikum av dystarferiu beint áðrenn endaspurtin, ja tað lystir nógv at vita, men soleiðis er nú eina ferð. Gott at úrslitið er tryggjað fyri okkara viðkomandi, tað sigi eg bara.
Tessámillum (ið Sprotin bjóðar inn við ístaðin fyri tað danska “imidlertid”) er møguleiki fyri at avgreiða barna- og ungdómsfótbóltskappingar í friði og náðum og eitt steyp og gull er tað eisini blivið til hettar vikuskiftið, so heilt amputeraði frá fótbóltsspenningi eru vit kortini ikki.
10. oktober vendir 1. deildar fótbólturin so aftur og tá ferðast við norð at vísa runavíkingum hvør dugur er í okkum. Í løtuni eru vit 5 stig frammanfyri Víking, ið skal til Hoyvíkar at royna seg komandi umfar, meðan FC Suðuroy tapti fyri júst Vìkingi fyri nøkrum døgum síðani og nú aftur er 9 stig aftanfyri.
Ein sigur ímóti NSÍ, so kann FC Suðuroy ikki fáa okkum aftur. So manglar bert ein sigur afturat seinastu tveir dystirnar, so kunnu vit, afturat uppflytingini, eisini kjósast vinnarar av 1. deild hjá monnum 2026 og tað er uppaftur longri síðani at vit hava verið tað. Hesum fara vit heilhugað eftir, tað sum eftir er.
Drívið á B71!




