
Gull, gull, gull!
Dagurin í gjár var merktur av stórum lætta og lættum lyndi. Ferðalagið til Suðuroyar var risastórt. Eini 50-100 áskoðarar mundu havt leitað sær suður at hyggja at dystinum millum TB og B71 við Stórá, umframt liðið sjálvt. Av tí sama, so var tað øgilig ferðsla aftur og fram til Smyril, frá Smyrli, til uppihaldsstaðið í Tvøroyrar Klubba, til vøll og síðani aftur og fram, til ferðin endaði í Ungmannafelagshúsinum á Sandi til móttøku.
Gullið var staðfest kvøldið fyri, tá Víkingur leikti ímóti NSÍ í Runavík og vann bert 1-0. Elalítla matematiska ivamálið var tá burturbeint og tá B71 vann heili 4-0 ímóti TB dagin eftir, so gjørdist risastóri málmunurin ikki avgerandi fyri fyrstaplássið kortini.

Blíðir vertir
Tað skal sigast, at nú B71 kom suður sum longu staðfesti sigursharrin, so vóru vit væl móttikin á Tvøroyri. Áskoðarar blivu bjóðaðir inn í fleiri støðum, at uppihalda seg og hita upp til dyst, m.a. í vælkenda Tvøroyra Klubba, men eisini hjá Toda á Kafé Tvørá, har vit fingu ein betri bita og eina hugnaliga løtu.
Komin til dyst, so var tikið í hondina á hvørjum øðrum og ynskt var til lukku til høgru og vinstru. Á vøllinum fekk liðskiparin blómutyssi frá TB og eftir dyst bar liðskiparin okkum heilsu, umframt at tað bleiv rópt hurrá fyri meistarunum. Hiðani takka vit fyri sýndan blíðskap og tað er okkara vón at aldursforsetin somuleiðis fylgir okkum upp í bestu deildina um ikki so langa tíð. Tá er bert eftir at vóna at vit ikki “hittast í hurðini”.

B71 var best
Nú vóru vit komin suður at feira sigurin, men tað restaði kortini 90 minuttir av fótbólti, áðrenn alt var heilt leyst og liðugt. Tað var eyðsýnt at sandoyingar fóru at vera stinnari hesu ferð, eins og teir hava verið tað nærum alt árið á tamb. Klæmint í málinum hevði ikki nógv at gera hendan dagin, meðan starvsfelagið hansara í TB málinum oftari mátti royna at halda heimaliðnum í dystinum.
Fyrsta málið kemur eftir 18. minuttir og tað er Suni Herman Petersen, ið setur bóltin í netið. Hóast stóran leikligan yvirvág, so koma ikki fleiri mál fyrrenn seint í dystinum, tá tað hinvegin skrædnar eitt sindur.
Fyrst er tað Eric Oteng, ið ger sær dælt av einum sjáldsamum mistakið frá málverjanum og setur returbóltin í málið til 2-0 í 83. minutti. 3 minuttir seinni skorar toppskjúttin, Lucas Ørneborg, sítt 33. mál í næstbestu deildini og leggur seg harvið einsamalt á 2. plássið fyri flest skotin mál í deildini nakrantíð. 3-0 til B71.
Afturvendi sonurin, Jonathan Canto, hevði ein vánaligan dag seinast vit vitjaðu í Suðuroynni, men í dag gekk heldur frægari. Hann bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki og rundar dystin hjá B71 av við manér, tá hann økir til 4-0 í 89. minutti, ið gerst endaliga úrslitið hendan dagin á Tvøroyri.

Ein er tíðin at dansa
Hendan greinin er skrivað “dagen derpå”. Dagurin í gjár var veitsludagur og tíski halgaður til veitsluna. Tað hevur stóran týdning at samgleðast, tá tað gongur væl. Tað eru tær løturnar sum standa sterkar í minninum og skumpa ringu upplivingarnar til viks. Tíverri kann hvør dagur ikki vera veitsla. Flestu dagarnir eru langt frá so stuttligir, sum nógvir av teimum sum vit hava upplivað í seinastuni og enntá fleiri ferðir ígjøgnum árið.
Tað er hinvegin frábrotið frá gerandisdegnum, ið ger upplivilsi av slíkum døgum tað betri. Knappliga nýtast vit als ikki at verða “ordilig” og ansa okkum fyri hvørjum vit siga. Tílíkar dagar eru hemningarnir sleptir og teir gerast minniligir uppá allar mátar.
Í dag er nærum gerandisdagur aftur. Tá dystarfrásøgnin er skrivað og teldan sløkt, so gongur leiðin yvir í Virkið at rudda og vaska eftir stuttleikan sum var í gjár. Tað er í øllum førum ein góður máti at koma nokkso skjótt niður aftur á jørðina. Men soleiðis er lívið.
Ein hjartans tøkk fyri dagin í gjár, fyri kappingarárið ið fór og fyri allan sýndan stuðul.
Nú halda vit á fram at gera klárt til komandi kappingarár og tíðina fyri framman.
Drívið á B71!































































