mynd: jn.fo

4 ferðir Judith!

Eftir eina trilvandi byrjan, so tóktist alt at rigga løtu seinni fyri málmaskinuna á AB/B71 liðnum, Judith Rasmussen, og Co.

Vit eru eftir langan steðg farin inn í eitt søguligt ár fyri felags samstarvið AB/B71. Eftir at vit hava leikt nøkur ár við færri enn 11 leikarum og sekstan metur til sekstan metur við smáum málum, so tók FSF tað røttu avgerð at í ár so skuldi 1. deild spæla líka sum í Betri deildini. Fullan vøll, 11 leikarar á liðunum og sjálvandi málini hareftir. Ongin flúgvandi útskifting; alt á sama hátt sum í ovastu deildini, fyri at skapa góðar karmar fyri tey liðini sum hava sína dagligu gongd í næstbestu deildini. Eitt sum man kanska kundi ynskt sær afturat, var at FSF veitti dómarar til hesa kapping eisini, men so bleiv ikki hesuferð. Kanska vert at umhugsa til komandi kappingarár.

Fyrsti dystur í kappingini var tíverri avlýstur, tá NSÍ trekti lið úr deildini, so seinni dysturin var á heimavølli ímóti næstbesta HB liðnum. Hettar gekk ikki eftir vild fyri okkara viðkomandi og vit taptu tann dystin 1-2. Triðja royndin var ímóti 07 Vestur, ið man visti hevði júst vunnið stórt á sama liðið í fyrsta umfarið, umframt at hesar høvdu vunnið ein stóran 4-1 sigur ímóti reina Argjaliðnum, AB.

Tískil var óvist áðrenn dyst akkurát hvat man skuldi væntað, hóast prátað var dúgliga frammanundan um styrkina á HB liðnum sum kom suður at leika hendan dagin. So var spurningurin hvussu sambæriligt tað liðið var við HB liðið sum vitjaði í Vágunum beint frammanundan. Hvussu so er og ikki, so var tað onki at ivast í at skuldi tað vinnast í Vágunum, so máttu kvinnurnar grava djúpt.

Tað byrjar ikki sum ætla í 35 minutti tá 07 Vestur leggur seg framum við málið frá Margit M. Kwao, men tíbetur svara vit aftur bert tveir minuttir seinni og tað er ein kvinna sum er von at finna netmeskurnar, Judith Rasmussen, ið javnar.

Tað fer til hálvleiks við javnleiki, men í øðrum hálvleiki er tað sum skilst onki at ivast í hvør átti dagin í dag. Judith skorar ikki minni enn tríggjar ferðir afturat, fyrst í 56., síðani í 63. minutti og at enda í 86. minutti til endaliga úrslitið 1-4 til AB/B71.

Úr AB/B71 leguni vera nógvar róstar fyri vala arbeiði og hóast hon ikki skoraði fýra mál, so er tað líka við at dagsins leikari verður hildin at vera Ronja Leonsson Mouritsen, ið, sum skilst, lukkaði eina heila langsíðu niður fyri álopum. Sterkt.

Ikki kann sigast annað enn at tað virkar til at kappingin fer at vera spennandi. Skal góða gongdin halda á fram, so krevir tað nokk ein heildarinnsats bæði til venjing og dyst, men higartil sær tað út til at hava riggað eins væl og áður hjá sandoyar- og argjakvinnum.

Við vón um fleiri eins góð og kanska betri úrslit í væntu.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar