Stóran yvirvág, men tap kortini

B71 hevði stóran yvirvág í spælið og møguleikum, men tað vóru klaksvíkingar, ið tóku av tá teir fingu stigini bjóðaði.

Ósigurin í Runavík í fyri nøkrum døgum síðani lá í luftini, tá menninir gjørdu seg klárar at taka ímóti KÍ á heimavølli í gjár. Lige ved og næsten gevur nærum altíð lítið og onki í fótbóltshøpið. Har er tað ofta ein spurningur um enten eller og so var eisini í næstu royndini at fáa sigurin í hús í gjár.

B71 byrjar dystin klárt betri og sum skilst, so var tað øgiliga nógv heimaliðið ið var spælstýrandi í gjár. Tað er hinvegin KÍ, ið fær lagt seg á odda eftir 20 minuttir, tá liðskiparin Kristoffur Jakobsen setur bólin í netið til 0-1 leiðslu.

Næstu løtuna leikar javnari á, men tað er so B71 ið fær javnað 10 minuttir seinni. Hesuferð er tað Tijani Mohammed, ið skorar næsta málið hjá sær í ár.

Farið verður til hálvleiks við javnleiki og B71 byrjar 2. hálvleik har teir sleptu og royna at skapa nógvar málmøguleikar, men onki spyrst burturúr. Aftur er tað KÍ, ið ger sær dælt av tí lítlu løtuni okkara leikarar taka sær av løttum, tá Dion Splidt í 66. minutti fær vent og skotið skjótt. Bólturin knekkar og Jóhan Herálvur Hentze í B71 málinum er ikki klárur uppá skotið, ið fer inn. 1-2 til klaksvíkingar, ið vóru kliniskir á degnum. Nakað, ið B71ararnir tíverri mangla eitt sindur í løtuni.

Seinastu 25 minuttirnir roynir B71 at trýsta, men koma til fáar møguleikar. KÍ roynir, sum skilagott er, at verja leiðsluna heim og tað eydnast eisini til fulnar. B71 má lúta og royna aftur næsta leygardag.

 

Bólturin má og skal í málið

Vit skora simpulthen for fá mál. Vit lata ikki nógv mál inn, tað er fyri tað mesta rættuliga dyggiliga typt har afturi í ár, men vit skora alt for fá mál, tá man hyggur eftir hvussu nógva góðsku vit hava frameftir vøllinum. Eiheldur eru tað mongdin av møguleikum sum er trupulleikin, tí vit skapa málmøguleikar og nógvar hvønn einasta dyst. Tað tykist sum um vit mangla teir nógv umtalaðu "marginalarnir". Eitt og hvørt gott lið kann spæla so væl og hava so nógvar góðar leikarar sum vera vil, men hevur man ikki tað allarseinasta sum skal til fyri at fáa bóltin yvirum málstrikuna, eins væl og vit kempa í hinum endanum fyri at halda bóltin uttanfyri málstrikuna, so verður úrtøkan hareftir.

Tá tað so er sagt, so sær tað leikliga gott út. Liðið spælir betri og betri, eisini tá mótstøðuliðini eru góð. Áskoðararnir rundanum vøllin viðmerkja tað góða spælið og tí er tað so eviga frustrerandi tá úrslitini ikki fylgja við alt fyri eitt.

Alt er ein prosess. Vit hava nýggjan venjara, ið roynir nýggj ting. Summi ting sum ongantíð áður eru sædd í B71. Nógvir ungir leikarar spæla meiri minuttir tíðliga í árinum, enn teir hava spælt í áravís frammanundan og slík langtíðarhugsan kostar ivaleyst eisini eitt sindur stuttskygt. Hettar er ikki tað sama sum at siga at vit ofra nakra ætlan um uppflyting, orsaka av langtíðarmálum. Vit hava allar ætlanir um at fáa skil á úrslita partin og boyggja tey til okkara fyrimun framyvir, men fólk skulu vita at tíðin er farin frá evigani og altíð at hugsa stuttskygt og satsa hareftir. Vit byggja fyri framtíðina og vit ætla bæði at flyta upp og at tryggja at okkara ungu leikarar hava ein skilagóðan og stuttligan felagsskap at koma til dag og dagliga.

Øll hesi tingini eru sjálvandi mótsigandi til tíðir og eg skilji væl um fólk rundanum felagið viðhvørt undrast yvir hvussu vit ætla at uppnáa øll tingini í senn, sum vit siga at vit ætla. Vit ætla at hava eitt væl mannað U21 lið, 3. deildar lið og 1. deildar lið, samstundis sum at vit skulu vekta kvinnusíðuna høgt og fáa tann partin uppeftir. Barna- og ungdómsfótbólturin, ið fyriuttan at vera eitt trygt stað hjá hesum at íðka og mennast, eisini er ein lopfjøl til bestu mans- og kvinnuliðini, skal hava allar tær sømdirnar sum skulu til fyri at eydnast og mangt mangt annað. Alt hettar skal gerast á hvat eingilskmenn kallað a shoestring budget.

Tað er torført. Men tað er ikki ómøguligt. Tað krevir nógv av okkum sum standa aftanfyri kulissurnar og koyra børn til venjing og dyst, venja tey, skipa fyri, sita í nevndum, døma, gera kaffi, gera tiltøk o.s.f. Men tann kenslan man fær tá tingini ganga upp í eina hægri eind, hon kann ikki gerast upp í pengum. Hon er meira verd enn øll Føroyameistaraheitini í verðini.

Tískil má man, hvørja ferð tingini ganga illani, hvørja ferð úrslitini koppa hinvegin, aftur til teknibretti. Hyggja at langtíðarplanini. Hevur hettar ávirkan á tað sum vit ætla nógv ár framyvir? Um mett verður nei, fínt, skíti so verið við tí. Næsta dyst, næsta uppgáva, næsta konflikt, næsti sigur og næsta góða ella ringa uppliving í felagsskapi við øll hini sum vilja B71 og ítróttinum væl.

Vit taka teir hørðu dystirnar uppá okkara kappa og vit taka avleiðingarnar so hvørt, men vit steðga ongantíð upp. Tí steðga vit upp uttan orsøk, so geva vit upp uttan orsøk. Og tað er tað einasta sum er fullkomiliga ófyrigeviligt í einum felagsskapi, har øll lyfta saman og taka tøkini saman. At steðga á og taka eina nýggja avgerð og leggja nýggja ætlan er hinvegin als ikki at geva upp, men at taka ábyrgd.

Men at melda seg úr spælinum fullkomiliga, tað er tað øvugta av tí sum B71 skal standa fyri og tað skal ongantíð henda.

Meldið tykkum tí innaftur í kampin, menn, kvinnur, dreingir og gentur!

Næsti kampur og styrkisroynd er á Argjum 27.06.2020 ímóti AB. Tað sum er farið, er farið. Tað einasta sum hevur týdning framyvir, er tað sum liggur fyri framman.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar