3 ferðir Judith, 2 ferðir Fridrikka

Grannarnir av Argjum rendu seg í trupulleikar tá tær vitjaðu inni í Dal fyri nøkrum tímum síðani.

Tað tók eina løtu at koma ordiliga í gongd, men stutt fyri hálvleiks kemur so fyrsta málið í dystinum, tá AB málverjin tekur beinini undan Kristiannu á Lofti Haraldsen inni í brotsteiginum í 38. minutti. Judith Rasmussen verður sett at skjóta og skorar.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til heima- og felagsliðið AB/B71, hóast AB stríddust ógvuliga væl hesa fyrstu løtuna og vardu "manniliga".

Fitt av vindi er inni í Dal í dag og í seinna hálvleiki fingu okkara kvinnur so ágóðan av hesum og ivaleyst gjørdi tað eisini mun og var viðvirkandi til at tað komu nógv fleiri mál í seinna hálvleiki.

Málið til 2-0 er enn einaferð Judith Rasmussen, ið plaserar tryg framvið AB málverjanum í 51. minutti. Fridrikka M. Clementsen verður skift inn og ger um seg næstan beinanvegin. Í 57. minutti var hon eisini á máltalvuni tá hon økir til 3-0.

Judith skorar til 4-0 í 66. minutti og fær hattrick og Fridrikka rundar av minuttin eftir til 5-0.

Eftir hettar, so tekur felagsliðið fótin av spitaranum eina løtu. AB kvinnurnar finna stevið eitt sindur, hóast tað var eyðsæð trupult at leika í hørðum mótvindi til tíðir.

AB/B71 kvinnurnar skora ikki fleiri mál, men AB kvinnurnar leita enn eftir einum troystimálið og trýsta eitt sindur meira ímóti endanum av dystinum.

Tveir minuttir í yvirtíðini fáa AB kvinnur eitt hornaspark og skjóta innfyri, tætt uppundir málinum. Bólturin støkkur inn ímóti málinum og Jóna Nicolajsen roynir at fáa fatur á bóltinum og bjarga honum útaftur, men linjuverjin metir at bólturin hevur verið innanfyri strikuna og mál verður givið. 5-1 gerst endaliga støðan, tí dysturin verður floytaður av stutt eftir hesa síðstu hending.

 

Nýtt oddalið!

Dyggi sigurin í dag merkir at AB/B71 er nýtt oddalið í næstbestu deildini. HB á fjórða plássinum kann taka oddasessin, um tað er soleiðis at tær hava vunnið ímóti TB/FCS/Royn í á útivølli í Suðuroy í dag, men havnakvinnur hava tá leikt ein dyst fleir enn okkara, orsaka av at NSÍ tóku lið sítt úr næstbestu deildini, áðrenn kappingarbyrjan.

Stuttligt at síggja at tað gongur so væl. Felags samstarvið við Argja Bóltfelag hevur verið ein stórur styrkur fyri felag okkara og samstarvið hevur gingið fyrimyndarliga væl. Her suðuri eru vit serstakliga væl nøgd við avrik og ágrýtni hjá gentum og kvinnum hesi seinastu árini og tað sum byrjaði sum ein roynd at fáa kvinnufótbólt aftur á skrá í Sandoynni, er blomstrað til eitt sterkt og natúrligt samstarv millum feløgini bæði.

Vit vilja her frá ynskja kvinnunum hjartaliga tillukku við sigurinum í dag, umframt fyrsta plássinum, óansæð um tað er fyribils ella ei.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar