Als ikki klárir

FC Hoyvík møttu upp við eini greiðari fatan av hvussu teir ætlaðu at vinna, meðan B71 trilvaði stórar partar av dystinum.

Søgan um dystin farna vikuskiftið undan ólavsøku, var tann um eitt sera uppsett vitjandi lið, meðan heimaliðið tóktist hava vunnið dystin áðrenn dystarbyrjan.

Hettar er sera spell, tí tað kemur næstan ikki fyri at okkara egnu taka so lætt uppá uppgávuna. Ein vandi við at alt kenst sum um tað gongur rætta vegin og at framtíðin sær ljós út, er at man byrjar at yvirmeta hvar man er komin í prosessini. Hóast vit hava arbeitt við málinum í áravís, so eru enn í byrjunarfasuni í royndini at endurskapa B71 í besta liðs høpi, bæði hjá monnum og kvinnum. Vit hava gjørt stór framstig, men man lýgir fyri sær sjálvum um man ikki viðurkennir at nógv tøk eru eftir at taka. Nógvir dystir eru enn eftir at leika og vit kunnu eins væl tapa ímóti ringasta mótstøðuliðið, sum vinna ímóti teimum bestu í løtuni, tí vit hava ikki tað sum eyðmerkir eitt reint vinnaralið enn og tað er stabilitetur. Evnini at gera tey tingini sum eru neyðug fyri at vinna, óansæð hvør mótstøðan er á degnum. Í vikuskiftinum vóru vit hinvegin hepnir at vit raknaðu við og fingu tað eina stigið sum, tá alt kemur til alt, var betri enn onki og sera neyðugt. FC Hoyvík var ikki betra liðið í dystinum, men teir gjørdu tað teir vóru mentir fyri sigurin og í okkara førið, tá vit ikki fáa sjálvt tey mest basalu tingini at fungera, so hava vit ikki uppiborið at vunnið. Latum okkum vóna at hettar var ein dýrtkeyptur lærupengi og ikki fara so vánaliga instillaðir inn til komandi uppgávur.

 

Hepnir at fáa stigið

Vit lata mál inn longu í 16 minutti, men hepni er við okkum í 24. minutti, tá Tijani verður hálaður niður, heldur býttisliga av FC Hovík verjuni, og Clayton Soares kann javnað frá brotssparksblettinum; eitt knallhart skot í høgru síðu, ið brestur í stongina og inn og er um at geva áskoðarunum hjartaslag, tí man eitt splittsekund helt tað fór øvugtan vegin. Men inn fer bólturin og so er 1-1.

Tíverri eru vit ókonsentreraðir eina lítla løtu aftur, stutt fyri hálvleik, og hettar loyvir sama manni sum legði hoyvíkingar á odda til 0-1, Villiam Emil Klein, at økja til hálvleiksstøðuna 1-2. Maðurin rekur í vinstru síðu, sneiðir so inn í banan, framvið bæði Alva og Jónas, ið royna at blokera og skýtir uppá mál. Bólturin rættast eitt lítið sindur av og fer í málið dygst til vinstru. Gerhard P. Lognberg, ið byrjaði fyrsta dystin í ár og annars gjørdi tað hann var mentur, hevur tó ongan møguleika at forða fyri málinum.

Man hevði væntað at sæð eitt nógv meiri morðgírigt B71 lið koma út til 2. hálvleik, men tíverri er tað meira av tí sama fyrstu løtuna av 2. hálvleiki. Lítið at skriva heim um og hettar noyðir okkum sjálvsagt at gera nakrar útskiftingar fyri at ruska eitt sindur upp í monnum, ið ikki heilt vita hvussu teir skulu bera seg at at finna útjavnandi málið.

Gustav Wasmann fer út sum tann fyrsti tá hálvur tími restar í og nýggi álopsleikarin Valdemar Schousboe kemur inn og fær debut. Maðurin var sera eyðsýndur ta løtuna hann var inni og var uppíblandaður í nógvum góðum álopum í seinnu hálvu av 2. hálvleiki, umframt málinum. Hans O. Hentze, ið hevur tikið seg nógv fram í seinastuni og uttan iva kemur at fáa enn fleiri minuttir í 2. hálvu, avloysir Tijani Mohammed 10 minuttir seinni. Hettar gav okkum meiri ferð á vonginum og nú gevur troyttari FC Hoyvík monnum meiri høvuðbrýggj enn áður. Seinasta útskiftingi verður framd bara nakrar fáar minuttir seinni, tá vit skifta til eina trýmansverju og Símin Hansen avloysir ein annars vælspælandi Alva Jespersen.

Nú var tíbetur meiri tyngd í álopsspælinum og hoyvíkingar síggja eisini út til at troyttast eitt sindur. Vit fáa møguleikar og tað tykist sum um eitt mál liggur í luftini nú.

Útjavnandi málið kemur eisini í 87. minutti og tað er eitt sera væl kombinerað mál við fleiri leikarum mitt ígjøgnum verjuna. Eftir sera gott uppspæl, so endar bólturin hjá nýggja manninum í B71 álopinum, Valdemar Schousboe, ið sær Jónas Warner koma við fullari ferð afturum verjuna hjá hoyvíkingum. Nýggi áloyparin spælir bóltin framúr væl í rennibanan hjá Warner, ið potar bóltin kalt høgrumegin framvið málverjanum og stór forloysandi frøði inni í Dal hjá heimaliðnum og áskoðarunum.

Rætt skal tó vera rætt. Tá vit endiliga funnu útav hvussu vit skuldu bróta FC Hoyvík niður, so gjørdu vit tað væl. Tíverri var tað ov seint til at fáa meir enn tað eina stigið.

Tíbetur, kann man so eisini siga, fingu vit eina stigið yvirhøvur í einum dysti, har vit saktans kundu havt lorkað øll trý stigini burtur.

Spurningurin er so bara um vit skulu takka fyri at vit fingu so frægt og royna at gera tað betri næstu ferð vit hittast, ið so ikki verður fyrrenn 26.09. Aftur á heimavølli inni í Dal. Nýggjur dagur, nýggjur dystur. Betri úrslit tá.

 

Fleiri frálíka torførar uppgávur fyri framman!

Sæð í ljósið av at vit klokkaðu nakað nógv í uppgávuni inni í Dal í vikuskiftinum, so er tað hinvegin frálíkur møguleiki at vísa sannan karakter og vilja í næsta dystinum leygardagin 01. august, tá vit fara norðeftir at vitja oddafiskarnar í deildini, Víking. Eina viku eftir, leygardagin 08. august, eru vit aftur á ferð, tá vit fara ein túr út á Toftir at vitja høvuðskappingarneytarnar um uppflytingina, B68.

Orsaka av undarligu støðuni seinastu árini við lítlari og ongari uppflyting, so er ein forkunnugur regul komin í gildið fyri árið 2020, har ovasta liðið av teimum 4 liðunum, ið kunnu flyta upp, fer beinleiðis í Betri deildina. Næstbesta liðið av hesum 4, skal hinvegin spæla upp- og niðurflyting ímóti næstvánaligasta liðnum í Betri deildini.

Hesir reglar, antin man tekur undir við teimum ella ei, gera tað meiri sannlíkt enn nakrantíð, at vit kunnu leika í Betri deildini longu í 2021. Hettar setur kempistór krøv til felagið, ikki minst tí vit á 50. árið felagsins, enn ikki hava nakað felagshús, umframt at karmarnir annars við vøllin tørva stórar ábøtur, áðrenn hugsingur kann vera um at leika í bestu deildini. Tað hevði verið spell um vit máttu lúta eina uppflyting og fótbóltsspælið á hægst møguliga føroyskum støðið, orsaka av skiftirúmum, girðing og ljósmastrum. Men soleiðis er verðin og hettar eru treytirnar. Arbeitt verður tó við málinum og tíðin fer at vísa hvussu skjótt ber á mál og um vit noyðast at fáa brúk fyri hesum longu næsta ár.

Aftur til dagin í dag. Besta mansliðið tørvar stig og tað skjótt eisini. Víkingur og B68 á útivølli, síðani B36 og NSÍ á heimavølli, áðrenn vit skulu til Klaksvíkar at leika ímóti KÍ. Um vit lærdu nakað frá seinasta dysti, so er tað tað at her finnast ongir lættir dystir meir. Møguliga vinna vit, møguliga tapa ella javna vit. Men møta vit ikki upp við sterkastu uppstilling og einum hørðum vinnaramentaliteti hvønn einasta dyst, so verða tað ikki manglandi skiftirúm, vánalig girðing ella ov lítil watt í perunum, ið koma at nokta okkum uppflyting, men vit sjálvi.

Harðar treytir, men ongin segði tað fór at vera nemt. Tvørturímóti.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar