Verjuskansin úr Skálavík leingir

17 ára gamli Jákup Høgnason skrivaði undir sáttmála í fjør og tá tíðin var búgvin til tvey ár afturat, so var ungi maðurin ikki í iva.

Eitt tað stuttligasta og besta við at fáast við sjálvboðið arbeiði í einum vælvirkandi felagið er at líta aftureftir á hvussu felagið var fyri tá tú byrjaði og hvussu tað sær út nú. Leikarar eru komnir og farnir, venjarar eru komnir og farnir, nevndarlimir eru komnir og farnir, foreldraumboð eru komin og farin, so at siga alt kemur og fer og ein skjønnan dag so er tíðin komin til at man sjálvur ikki heldur á fram. Verðin broytist og vit broytast við. Stóri spurningurin er hvussu vit brynja okkum at taka ímóti broytingum og hvussu vit framtíðartryggja eitt nú ein felagsskap sum B71, ið ofta hevur ligið í tungum sjógvi og hvørs fortreytir at liva og virka eru umskiftiligar og torførar. Hinvegin eru okkara successkriteriur lagaðar eftir hvørji virðir felagið byggir á. B71 hevur altíð givið rúm fyri fólki at vera tey eru, uppá gott og ónt, samstundis sum fólkini handan felagið altíð hava roynt eftir førimuni at hildið okkara ítróttarfelag á beinari kós, viðhvørt við meiri og viðhvørt við minni eydnu, men royndin er altíð gjørd.

Royndin verður enn gjørd og fyri at venda aftur til upprunaliga tankan um at líta aftureftir, so er tað við einum stórum smílið at vit síggja leikarar sum vóru pikkulítlir dreingir í U15 og U13, sum nú nærkast besta liðnum hjá B71 og kappast við størri og meiri etableraðu leikararnar. Tað er torført og møguliga tað fer at taka teimum eina løtu, men hugagóðir sum man veit at hesir eru, so er ongin ivi um at teir skulu nokk koma hartil tá tíðin er búgvin.

Jákup er, sum ungdóminum er líkt, í seinastuni skotin í veðrið og man sær at hettar er ikki sami unglingi sum áður. Sum verjuleikari, so er tað oftani ein fordeilur at vera høgur og sterkur og tað sær ikki mætari út enn at Jákup ætlar sær at gerast bæði. Harafturat, so hevur ungi maðurin longu roynt seg á besta liðnum, bæði í ár, men eisini ímóti endanum av kappingarárinum í fjør, har hann mestsum bleiv tveittur fyri leyvurnar í dysti ímóti B68, har eitt úrslit mátti fáast til høldar, men leyvur ella ei, Jákup stóð seg væl ímóti væl størri monnum enn sær sjálvum.

Ungi skálavíksingurin gongur á miðnámi í Havn eins og nógvir aðrir í hansara aldri og ferðast tí suður at venja og leika. Hettar krevir sín mann, men tá er tað gott at vit hava tað so gott saman her í B71.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Jákup! Nú eru formalitetirnir uppá pláss og so er tað aftur til arbeiðis komandi tvey árini!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar