Enn ein ungur leikari

Jóhan Petur K. Hentze hevur leikt við felagnum alt sítt lív og hevur havt sáttmála áður og hann fyrradagin bant hann seg til enn eitt ár.

Málið hjá felagnum í hálvuni var at syrgja fyri at góða gongdin hjá bestsa mansliðnum heldur á fram og styrkist árini framyvir. Í hesum sambandi, so orðaðu vit nýggjar mannagongdir fyri ungdómsleikarar og sáttmálar og tryggjaðu okkum at allir mans vistu hvat var í væntu og hvat vit koma at krevja av teimum komandi tíðina. Úrslitið var sera gott og ungu leikararnir vóru nærum á einum málið um at vilja halda á fram við tí verkætlan vit hava verið í holt við í fleiri ár. Málið er eitt sterkt felag, ið verður rikið burðardygt og setur ungu lokalu kreftirnar í hásætið. Við hesum sum aðalmál, so verður man tískil eisini løntur eftir tí arbeiði sum man leggur eftir sær í felagnum. Leggur man nógv fyri dagin og flytir felagið fram á leið, so verður tað virðismett frá felagsins síðu og hettar er líka satt fyri hjálparfólk og limir, eins væl og leikarar.

Tað er við stórari gleði at vit kunnu halda á fram at kunngera at teir leikarar sum leingi hava mynda eitt sterkt ungt ættarlið í felagnum, hava nærum allir víst áhuga fyri at halda á fram við fótbóltinum og at gera hettar við B71.

Jóhan Petur hevur sum áður nevnt leikt við B71 alt sítt unga lív og nýggi sáttmálin bindir hann til at halda á fram við menningini komandi ár í 2021. Jóhan Petur hevur áður leikt bæði sum verjuleikari og á miðjuni og hevur verið ein sera stórur og týdningarmikil partur av U21 liðnum, ið hevur hjálpt felagnum at veitt eitt spildurnýtt tilboð til allar ungar leikarar, antin teir eru komnir á besta liðið, eru á gáttini ella hava tað sum málsetning.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og drívið nú á víðari allir samlir!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar