Stríddu seg til sigurs

Dysturin gekk eitt sindur aftur og fram millum liðini bæði, men B71 dróg so longra stráið at enda.

Tað hevur verið eitt sindur meira striltið í ár við U21 enn farna árið, tá alt var nýtt og kanska meira spennandi. Ikki tí, ungu menninir eru enn hugagóðir og hjálpa væl til tá á stendur, men nógvu steðgirnir og umkomfadringarnar við korona hava sjálvandi borið við sær at tað hevur verið nógv meiri arbeiði í at halda fólk til eldin, tí tílíkt arbeiði skal helst koyra óavbrotið og við einari ávísari rutinu, annars er skjótt at fólk missa áhugan. Nógvu dystirnir sum eru hesar dagarnar gera eisini tað at U21 ikki kann raðfestast í eins stóran mun sum áður og fyri ikki at risikera at nógvir leikarar møddust áðrenn dystin í 1. deild í dag, so máttu vit royna at fáa nógv eyka fólk við, umframt at teir sum eisini luttaka á besta liðnum máttu sparast so nógv sum gjørligt.

Tá avtornaði, so høvdu vit eitt rímiliga sterkt lið til dyst og nóg nógvar mans til at vit fingu skift munagott út.

Dysturin byrjar og tað er FC Hoyvík ið leggur betri út. Vanligi U21 málmaðurin Dawid Nowicki var sjúkur hendan dagin, so Jógvan Finnur Thomsen, ið hevur vart málið eina ferð áður mátti tríva í málmansklæðini og verja mál. Av tí sama so ber illa til at lasta mannin fyri nøkur av málunum tí arbeiðsfortreytirnar eru altíð ringar tá man fer óroyndur í mál at avloysa. FC Hovyík sleppa eisini heldur lættliga leysir ímóti málverja okkara longu í 08. minutti og fáa prikað bóltin framvið til 0-1, áðrenn Jógvan Finnur fær samlað bóltin upp.

Leiðslan helt tó ikki meir enn nakrar fáar minuttir, tá Jónatan Kjærbo sneiðir inn í banan av høgra vongi og smekkar til lágt og hart og forbí málverjan hjá hoyvíksingum. 1-1.

Í 20. minutti er aftur langt ímillum verju og málverja hjá B71 og enn einaferð sleppa hoyvíksingar framat einum innleggið og fáa potað bóltin í netið, mestsum á sama hátt sum fyrra málið. Eftir hettar málið skoraðu FC Hoyvík ikki aftur fyrrenn seint í dystinum og Jógvan Finnur hevði fleiri góð inntriv, so hvørt sum hann kendi seg tryggari í málinum.

Tað sær út sum um FC Hoyvík fer at halda leiðsluna til hálvleiks, men í 43. minutti fær danin Gustav Wassmann bóltin í sekstanmeturinum og byrjar at dribla fleiri verjuleikarar av og stendur síðani leysur ímóti málverjanum. Heldur enn at skjóta, so velur hann eina skotfintu og hesu ferð snýtir hann málverjan, ið leggur seg skerflatan og tá Gustav so trekkir einaferð afturat, so er lagamanni at pota bóltin í opið mál. Kalt og sera flott. 2-2 er hálvleiksstøðan.

B71 byrja betri í 2. hálvleiki og fáa størri tak á spælinum sum tíðin frálíður. Í 62. minutti fáa vit horna, ið Jónatan Kjærbo hegnisliga svingar innfyri til Fróða Højsted, ið er hægstur og skallar. Bólturin rakar so prikkabeint á pannuna og fer við tí knúsandi øði í mál. Soleiðis skal skallast! 3-2 til B71 og eina løtu sær tað út til at alt vil rigga. Stikningar sita væl og driblingarnar eru nógvar og góðar. Jónatan Kjærbo t.d. brillierar hendan dagin og setur leikara eftir leikara av við bæði ferð og tekniskum førleika. Serliga tann eina driblingin, har hann vendir ein FC Hoyvík leikara út og inn, áðrenn hann spælir bóltin millum beinini á honum, alt á síðulinjuni, fær áskoðararnar hinu megin vøllin upp at klappa og rópa.

Verjuleikararnir standa harafturat sera væl fyri tað allarmesta og gestaupptraðkanir frá Páli Sandoy og Gardari Fagradal eru altíð vælkomnar, hóast alt for sjáldsamar tá man hugsar um at menninir duga væl at spæla bólt.

Sum heild nógvir góðir og dugnaligir menn á vøllinum í gjár, sum allir góvu hvat teir høvdu fyri at tryggja liðnum trý stig. Eitt mál kemur afturat og tað er ein góð gomul stikning fram til Hans, ið rekur forbí verjuleikaran ið hevur ongan kjans (nú bera vit enntá uppá rím) og plaserar bóltin vinstrumegin málverjan. Bòlturin rakar í stongina og fer inn og so er 4-2 til heimaliðið í 65. minutti.

Nú tóktist dysturin at vera meir ella minni yvirstaðin, men hoyvíksingar hava okkurt eftir í tanganum og í 78. minutti fáa teir stríðst seg fram til horna, ið kemur innfyri og við einum sindri av hepni, so fáa teir troðka bóltin í málið til 4-3.

Seinasta løtan gongur við at royna og verja borg hjá B71, meðan FC Hoyvík sjálvandi gera alt teir kunnu fyri at bróta okkara niður og tryggja sær eina stigið. Hettar eydnast tíbetur ikki og eftir 90 minuttir og eitt sindur av yvirtíð, so floytar dómarin dystin av og staðfestir sigurin til heimaliðið.

 

Bert ein dystur eftir

Kappingarárið hevur sum áður nevnt verið eitt sindur eyka strævið enn vanlig kappingarár, orsaka av virusinum, ið fór kring allan knøttin og legði samfelag aftaná samfelag lamið í eina tíð. Av tí sama, so kenst tað tíverri eitt sindur kærkomið at seinasti dystur á hesum sinnið í U21 verður leiktur longu 01. oktober og at tað bert er tann eini eftir. U21 er stuttligt at mannað og fylgja við í, men tá so nógv eyka orka skal til í øllum aldursbólkum, so er tað eisini møðsamt, meir enn tað hevði verið um tingini vóru sum áður.

Hinvegin, so er tað ofta stríðið vert, sum t.d. tá vit leika spennandi og javnar dystir í gjár, har leikararnir virða hvønn annan og bert hendingaferð verður neyðugt hjá dómarum at koma við ávaringum ella ábreiðslum. Bæði B71 og FC Hoyvík uppførdu seg væl og tað er gott at síggja tílíkar dystir viðhvørt, hóast hinir sjálvandi eisini kunnu vera stuttligir av og á, so leingi alt ikki kókar yvir.

Seinasti dystur (í øllum førum sum man veit um í skrivandi stund) í U21 verður leiktur inni í Dal hósdagin 01. oktober og so verður væntandi friður inntil næsta ár.

Vit síggjast aftur um góðar tvær vikur til enn ein spennandi heimadyst.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar