Hart arbeiði!

B68 ætlaðu sær øll stigini og B71 hevði tað torført at koma fram at málinum hjá toftamonnum, men eina ferð var nóg mikið til ein javnleik og restin av dystinum var gróthart arbeiði.

Undan týskvølds dystinum millum B68 og B71 á Svangaskarði, so hevði B71 snávað tværreisur ímóti ávíkavíst NSÍ og AB og lorkað stig burtur, sum vit í grundini væl kundu havt ogna okkum. B68 hinvegin hevði vunnið tríggjar dystir á rað og vóru saman við hinum kappingarneyta okkara 07 Vestur, farnir eitt sindur framum okkum á stigatalvuni rætta vegin. Tískil vóru tað tvey lið við øðrvísi fortreytum ið hittust í gjárkvøldi, har toftamenn ivaleyst mundu hava betri sjálvsálit av tí sama.

Sandoyingar eru tó ikki kendir fyri at leggja seg niður og eiheldur smædnir tá tað kemur til at planta føturnar niður í vøllin og arbeiða fyri einum úrsliti, tí stig vóru næstan ein fortreyt, ikki so nógv fyri nakrar uppflytingarvónir, men mestsum bara fyri at koma uppaftur á rættkjøl eftir nakrar modnar dagar frammanundan.

At dysturin hevði stóran týdning og at verjuparturin mátti standa stinnari enn áður, var onki at taka feil av. B71 spæla taktiskt og kontrollerað, har tað ofta áður hevur sæð meira frítt og kanska eitt sindur meiri spennandi út, álopsmessiga. Hendan dagin var tað hinvegin skilligt at man aftraði seg at fara yvir til nakran stórslignan og risikerligan álopsfótbólt beinanvegin. Av tí sama, so var tað B68 ið var spælstýrandi stórar partar av dystinum.

B68 hava nógvar kempistórar møguleikar og fríløbarar allan dystin á tamb, tí er tað eitt sindur merkisvert at málið hjá teimum kemur eftir at bólturin verður lagdur av frá einum horna og Andri Benjaminsen lammeterar til bóltin, hart og lágt í høgru síðu av málinum. Toftamenn spældu annars sera nógvar langbóltar og vóru serliga dugnaligir at koma fram til møguleikar í fyrra hálvleiki, men tíbetur fyri okkum, so stóð Gerhard P. Lognberg sín lívsins dyst í málinum og noktaðu teimum so at siga alt. Tað er betryggjandi at verða mintur á at besta mansliðið hevur ikki bert ein ungan dugnaligan málverja í Jóhan Herálvi Hentze, men eisini ein sera dugnaligan og royndan málverja í Gerhardi. Hvussu so er og ikki, so var hann dagsins maður hjá B71 í gjár, uttan iva.

Fyrri hálvleikur átti B68 annars í stóran mun, men móti endanum av hálvleikinum, so missa teir takið eitt vet og B71 eru skjótir at gera sær dælt av hesum. Spælið batnar og atsóknirnar gerast fleiri. Tær mangla at blíva ordiliga vandamiklar og blíva tað eiheldur fyrrenn beint áðrenn hálvleiksbríksl í 45. minutti, tá Tijani móttekur bóltin í vinstru síðu frá Klayver, rennir til baklinjuna, sleppur ikki framvið verjuleikaran, so hann vendir sær burturfrá málinum og letst til at ætla sær at leggja bóltin innfyri tann vegin, men snarar sær so knappliga aftur ímóti baklinjuni og hesuferð setur hann verjuleikaran hjá B68 av og leggur hann aftur til Jónas Warner, ið bíðar áraka sekstanmetrinum, ið setur eina harða og flata innarasíðu á og í mál til 1-1.

Meiri hendir ikki í 1. hálvleiki og spenningurin er øgiligur til 2. hálvleik, serliga fyri at vita í hvønn mun liðini fara at taka ræði á dystinum. Sum heild spælir hevur B68 spælt góðan fótbólt um hettar mundi og man má ásannað at B71 vóru sera hepnir at vit fingu útjavnandi málið um hettar mundi, tí tað lá meira í kortunum at B68 fór at økja enn at vit fóru at javna.

Seinni hálvleikur fellir ikki í líka stóran mun til heimaliðið. Gamaní hava teir ávísar stórar møguleikar, men longu sendingarnar frameftir til skjótu mennirnar rigga ikki eins væl, deils tí verjan hjá okkum nú byrja at lúra teir av og færri álop gerast færri av tí sama, men sikkurt eisini góð gamaldags møði. Hinvegin hava vit ikki so nógv at bjóða inn við í okkara álopum og tískil er tað fyri tað mesta kalt kríggj á miðjuni, har Jónas Warner og Símin Hansen hava til uppgávu at rudda upp. Ímóti AB var Símin tíverri sjúkur og tað má sigast at saknurin var stórur tann dystin, eins og tað skal sigast at ímóti NSÍ var aldrandi miðvallarin krumtappurin, ið álopsspælið fleyt ígjøgnum. Í dystarfrágreiðingini til tann dystin var tað kanska fokuserað ov nógv uppá at menn vildu geva útskiftingini av tí sama alla skyldina fyri ósigurin og for lítið á hvat skopuningurin enn hevur at bjóðað á besta liðnum, tí á sínum bestu døgum, so er hann ein framúr fótbóltsleikari. Saman við Jónasi, ið hevur renniorkuna og megnar at gera tað arbeiði, sum Símin ikki so væl megnar at gera í 90. minuttir í dystum har leikferðin er høg, so hava vit eina samanseting ið riggar sera væl og fer ivaleyst at rigga betur og betur.

Av tí sama, so bleiv man eitt sindur meira nervøsur tá júst Símin Hansen fer út í 73. minutti og Gustav Wassmann verður settur inn, ivaleyst við tí fyri eyga at fáa meiri ferð og renniorku at stressa bólthaldaran. Við NSÍ dystinum í bakhøvdinum, so var man eitt vet bangin, men hóast hettar, so tóktist tað sum um hasin dysturin var tann lærupengin okkum tørvaði, tí liðið fall ikki í fátt og umstillaði seg væl til útskiftingina. Í hálvleikinum var Hans O. Hentze annars skiftur inn ístaðin fyri Jónatan Kjærbo, ið fekk sínar fyrstu minuttir frá byrjan nakrantíð á besta liðnum. Nógvir skjótir og arbeiðssamir ungir menn, ið bert mangla dystartíð og rutinu og møguliga nøkur kilo afturat í røttu støðunum, so koma hesir ivaleyst at leika fast í framtíðini.

Ein hending í 2. hálvleiki er rímilig at viðmerkja, tí tað var eitt gott dømi um eitt stórt minus við døming í Føroyum. Oftani hevur man eina fatan av at føroyskir dómarar, í øllum førum í hesi deildini vit leika í, royna sítt besta at halda dystirnar javnar, eisini um tað merkir at man ikki dømir eftir fótbóltslógini. Eitt gott dømi er tá Høgni Madsen hjá B68 bremsar einum fríløbara til Símin Hansen við hondini og dómarin dømir fríspark. Dómarin rennir yvir og sær út til at fara eftir gula kortinum, men hálsar um tá hann sær hvør tað er sum skal hava kortið. Ein maður sum hevur kort í forvegin. Nú knappliga fær maðurin eina átalu fyri nakað sum 100 út av 100 ferðum skal verða í minsta lagið gult. At hettar ikki er tað fúlasta sum er hent í hesi deildini í ár sigur eitt sindur um hvussu skilið er, men akkurát í hesum førinum vil eg tó siga so mikið sum at eg skilji væl dilemmaið hjá dómaranum sjálvum, tí hettar við at halda sína uppgávu vera at onki liðið fær nakran fyrimun av tínari døming er ein hugsunarháttur sum tíverri er púrasta vanligur og enntá góðtikin til tíðir. Eg kann tó siga so mikið sum at tað verður ikki góðtikið higani tí dómarans uppgáva er ikki at tryggja sær at dysturin endar 11v11. Tað er deiligt tá man hevur onkra orsøk til ikki at nýtast at gera nakað so drastiskt sum at geva reytt kort, men tað er ikki í ordan at koyra í sjálvdrátti og byrja at finna uppá sínar egnu fótbóltslógir. Hettar veit dómarin vónandi og ger ikki á sama hátt næstu ferð, tí mistu B68 ein mann har, sum teir reiðiliga áttu, so gav tað okkum ein fordeil, sum vit nú blivu snýttir fyri ístaðin.

Tað sum restar í av dystinum, gongur tað javnari fyri seg í 2. hálvleiki, men tað er tó B68, ið situr á tí mesta, meðan B71 rennir aftaná og stressar. Tijani Mohammed hevur ein møguleika seint í dystinum at stjala øll stigini men skotið rakar ikki beint. Ístaðin er tað B68, ið fær ein hálvan, men góðan seinasta møguleika, meðan seinastu sekundini renna verða runnin niður. Fríspark ytst á sekstanmetrinum í vinstru síðu. Tað tekur sína tíð at avgreiða og hjartaði situr uppi í hálsinum hesa løtuna. Skjúttin rennir loksins til bóltin og skýtir lágt og hart, men mitt á málið. Skítfarligt, so seint í dystinum, men stóri bjargingarmaðurin Gerhard í málinum, leggur seg á trygt niður á bóltin.

Meira hendir ikki í dystinum. Nakrir fáir minuttir verða leiktir útyvir handan B68 møguleikan, men so floytar dómarin fyri seinastu ferð og sandoyingar munnu vera teir fegnaru um at sleppa heimaftur við tí eina stiginum í viðførinum.

 

Viðhvørt má man sjálvur sleppa at vera heppin

Tað kemur meir enn so fyri at tað er B71 sum stendur eftir við apuni og ikki fær avgreitt antin øll trý stigini ella stig yvirhøvur. Tí er tað, hóast tað hevði verið uppaftur betur við trimum stigum, jaligt at vita at tað ber til hjá okkum at vinna okkum stig við neyðuga hepni, tí tá vit einaferð koma so langt sum at kappast millum teir bestu, so tykist hepni oftani at verða ein faktorur fyri hví tingini koppa tín veg, heldur enn hin veg. Onnur vísa til at hettar "hepni" bert er eitt útfall av nógvari og góðari venjing og tað at duga best, men tað mugu onnur so keglast um. Faktum er at tey bestu eru øgiliga ofta eisini tey hepnastu. Inntil vit støðugt eru "hepnari", so mugu vit konstantera at vit enn ikki eru "tey bestu". Men vit arbeiða framímóti hesum.

Næsti dystur kemur longu fyri fríggjakvøldið og aftur hesu ferð verður tað útidystur í Sarpugerði ímóti Víkingi. Tað man vera óluksáliga langt síðani at besta mansliðið hevur leikt ein dyst í Gøtu, tí næstan uttan undantak hava 1. deildardystir verði leiktir í Leirvík. Tí verður tað forkunnugt at sleppa at spæla ein dyst í Sarpugerði. Tað eigur at vera langt síðani síðst, havandi í huga at vit hava ikki verið í bestu deildini í smá 10 ár.

Næsti dystur hereftir nýtast vit ikki so langt. Týsdagin 22.09 skulu vit ein túr í Gundadal at leika ímóti B36, áðrenn vit enda hesa kavalkadu av dystum við einum leygardagsdysti ímóti FC Hoyvík á heimavølli 26.09.

Stríggi verður uttan iva, men spennandi at fylgja við hvørji lið fáa mest burturúr tá avtornar. Hvør veit? Tað kunnu enn verða vit.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar