
Stór framstig!
Kvinnuverkætlanin byrjaði spakuliga, men er vaksin í vavið og nú vendst ikki aftur.
Í vetur tóku vit okkum saman, bæði so og so, og funnu ein leist at arbeiða út frá, so B71 aftur kundi luttaka í kapping við einum kvinnuliðið. Seinasta kvinnuliðið luttók í kapping fyri eini 5 árum síðani og tað sum fyrst dettir niðurfyri, er ótrúliga torført at fáa upp at standa, umframt at jú longur man bíðar, truplari gerst tað at fáa gongd á aftur.
Eitt kvinnulið í 2026 kann heldur ikki vera nakað man velir, tað skal vera ein sjálvfylgja. Hettar hevur ikki altíð verið so, men framyvir má tað verða soleiðis. Man skal leggja seg í seðlan tá tað gerst trupult og eins og man gjørdi tað við monnunum tann tíð tað var, so skal man stigvíst uppstiga kvinnufótbóltin, so vit allatíðina halda leikarum og venjarum til elding og gera tað rætta. Tað er ein sannroynd at vit fáa ikki javnstilla kynini púrasta, hóast man ivaleyst gjarna vildi tað, men tað merkir ikki at vit ikki áhaldandi arbeiða fram ímóti tí málinum, at í framtíðini eru tað líka góðar fortreytir hjá gentum og kvinnum at spæla bólt, sum hjá dreingjum og monnum.
Í gjár var seinasta umfar hjá B71 kvinnum áðrenn steðgin og dagsins uppgáva var í Gundadali ímóti teimum hvít/svørtu hjá B36. Frammanundan høvdu vit fingið fyrsta sigurin í hús ímóti FC Hoyvík og ein javnleik ímóti B68.
Ein sigur hevði merkt at vit høvdu yvirhálað B36 upp á 5. plássið, men tað var heimaliðið, ið sló til fyrst í dystinum í gjár. Hóast B71 hevði nógv og gott spæl, so verða tær fangaðar í einum skjótálopið. Innleggið endar hjá einum B36 leikara, ið høgdi til og skoraði til 1-0.
B71 fellir tó ikki í fátt og tær halda á fram at vísa sera góðar dygdir og spæl, umframt at tær koma til fleiri góðar møguleikar. Onki mál verður tað til í fyrra hálvleiki, men tað liggur í luftini at B71 fer at skora.
Málið kemur eisini miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Viktoria Hentze, ið er sera vandamikil í álopinum, verður spæld púrasta frí ímóti málinum. Málverjin kemur ikki út, so Viktoria ger tað rætta og høggir til í vinstru síðu av málinum og so er javnleikur 1-1 og stór frøði, ikki bert á leikarum og bonki, men eisini teimum gott 20 áskoðarunum, ið vóru til staðar í Gundadali at síggja tær gul/bláu folda seg út.
Yvirhøvir, so var talan um ein sera javnan og spennandi dyst og tað kundi líka so væl verið B71, sum B36, ið fóru avstað við stigunum hendan dagin, so hóast vit so øgiliga gjarna vildu ein sigur, so var javnleikur nokk tað mest rættvísa úrslitið júst hendan dagin. 1-1 endar dysturin og B71 endar fyrru hálvu við 5 stigum.
Nýggj kapping
Nú er fyrra hálva nærum yvirstaðin. Hava vit skilt tað rætt, so verður kappingin løgd á nýggjum hesa vikuna og so er enn eitt umfar hjá 1. deild kvinnum komandi vikuskifti, men her situr B71 yvir.
Sostatt er nú summarsteðgur og so verður byrjað aftur fyrst í august, allarfyrst við einum steypadysti í minnu steypakappingini, ið er fyri lið, ið hava luttikið í Løgmanssteypinum hjá kvinnum, men ikki eru komin víðari og so onnur lið, sosum B71. Eftir hettar, so verða aftur dystir í 1. deild hjá kvinnum hálvan august.
Kvinnurnar venja tó tvær vikur afturat, áðrenn summarferiu í juli mánaða.
Eitt sum hevur verið serliga gleðiligt og jaligt hesa fyrru hálvu er hvussu ótrúliga raskar kvinnur hava verið at møtt upp til venjingar við dugnaliga venjaranum Jan Eskild og hvussu góðan stemning tær hava megnað at hildið í kvinnuleguni, eisini tá vit máttu arbeiða okkum ígjøgnum heldur óhugalig stórtap ímóti serliga HB og KÍ. Hettar vóru vit fyrireikaði uppá frammanundan, men tað merkir ikki at tað er beinleiðis stuttligt at spæla tílíkar dystir og tað vitnar um góða fyrireiking og góðan hugburð at man koyrir á víðari. Úrslitini eru so komin nú móti endanum og seinasti dystur var klárt besti dystur liðið hevur spælt higartil. Vil man halda á fram soleiðis og kanska skapa uppaftur størri úrslit, so er bara at halda á fram, soleiðis sum man hevur gjørt higartil, tí hettar er eyðsæð rætti mátin.
Til lukku við eini væl avgreiddari fyrru hálvu, kvinnur!
Drívið á B71!

























