Við meiri enn einum sindri av stríði og strevi, so megnaði besta mansliðið at vinna øll trý stigini í Gundadali í dag.

Ein arbeiðssigur

Dysturin í farnu viku og dysturin í dag kendust sum nátt og dagur. Víkingur á 2. plássi vitjaði inni í Dal í síðstu viku og fingu ikki eitt bein til jørðina, meðan B36 á 6. plássi til tíðir trýstu okkum heilt aftur í egna hálvu og eina góða løtu var tað ikki nemt at síggja hvaðani sigursmálið skuldi koma frá.

Soleiðis er fótbóltur og hóast tað hevur gingið eftir vild hjá B71 leingi, so eru tað tílíkir dagar sum í dag, har vit skulu prógva at vit klára at fáa úrslit tá spælið svíkir og alt ikki gongur eftir ætlan.

Tað verður ofta sagt um vinnaralið, at tey vinna tá á stendur. Stórir partar av dystinum vóru ikki penir, so ístaðin mátti sigurin arbeiðast í hús.

Byrjanin var annars góð og vitnaði ikki um ein ringan dag á kontórinum, tá Eric Oteng leggur B71 á odda 1-0 eftir 15 minuttir. Eftir hettar dovnaði spælið hjá B71 eitt sindur og B36 fingu meir og meiri spæl. Í 27. minutti fáa teir lønina, tá teir fáa javnað og fyrri hálvleikur endar eisini 1-1.

2. hálvleik átti B71 fyri tað mesta, hóast tað ikki var polerað fótbóltsspæl, ið vit vóru vitni til. Ofta mistu vit bóltin lættliga og álopini vóru fyri tað mesta nokkso tannleys. B36 høvdu samstundis ein risa møguleika í 2. hálvleiki, so vit vóru nokk eisini hepnir til tíðir eisini. Hepni hevur tað við at fylgja teimum góðu.

Tað skal eitt einmansavrik til fyri at bróta stilstandin og tað fáa vit í Jonathan Canto langar til í 73. minutti og bólturin endar í málinum. 2-1 til B71!

2-1 gerst eisini endaliga støðan og frøðin er stór á leikarum og vitjandi áskoðarunum um enn ein sigur.

Ósigraðir í yvir 3 mánaðir

Tað kenst óveruligt, men seinastu 12 dystirnar hevur B71 vunnið 11 og fingið 1 javnleik. Vit hava sostatt ikki tapt ein dyst siðani 12. mars og hóast dysturin í dag var eitt sindur so sum so, so hevur besta mansliðið veruliga prógvað at tað er sera sannlíkt at árið í ár verður okkara ár. Støðgurin í næstbestu deildini verður tískil (vónandi) “einans” 15 ár.

Tað er nokk eisini órættvíst at væntað at allir dystir verða líka sannførandi og at ongi lið fara at kunna bjóða okkum av, hóast vit eftirhondini so smátt eru við at venja okkum við eina ávísa grad av success.

Samstundis mugu vit ikki slakka av og fóturin skal helst vera plantaður á spitaranum seinastu tvær vikurnar; sunnudagin ímóti TB og leygardagin eftir ímóti HB. Klára vit at fáa stig í báðum dystunum, so er fyrra hálva meir enn góðtikin og farast kann í feriu við góðari samvitsku.

Næsti dystur er sum sagt, TB á Tvøroyri. Hóast TB hevur skuffað í seinastuni og liggur á einum yvirraskandi 7. plássi í deildini, so eru túrar suður við Smyrli tiltiknir og strævnir. Her skal meira til og tað vita okkara væl.

Livst so spyrst!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *