
Har var onki at koma eftir hjá fuglfirðingum inni í Dal í dag. B71 trýsti á spitaran og slepti ikki aftur í 90. minuttir.
Til Suðuroyar eftir gulli!
Tað var spenningur í luftini undan dystinum í dag ímóti vitjandi ÍF liðnum. Úrslitini hjá fuglfirðingum hava bylgjað eitt sindur upp og niður seinastu umførini. Seinasta umfarl leikti ÍF ímóti TB á heimavølli og endaði hesin dystur við einum 4-1 ósigri og tað skuldi vísa seg at blíva verrið enn í dag ímóti sandoyingum.
B71 hinvegin var í Runavík og vitjaði farna vikuskiftið, har ætlanin var at staðfesta gull vónirnar í ótíð, men vit máttu tíverri nakkalangir heima aftur við bert tí eina stiginum. Av tí sama, so var kravið at vinna næsta dyst ímóti ÍF, fyri at royna sum frægast at útilokað møguleikan at Víkingur, 3 stig aftanfyri á 2. plássi, skuldi klárað at taka okkum aftur.
Tíbetur vóru vit væl, væl betur í dag og 6-0 sigurin kom væl við og økti málmunin millum B71 og Víking til 28 mál. Sum ikki eina ferð, so kunnu vit ikki siga tað við 100% vissu at vit eru nr. 1 eftir seinasta bríksl næsta leygardag, men vit kunnu nærum siga tað við 99,99998% vissu.
Av tí sama, so er tað alt sum talar fyri at vit fara suður leygardagin og, uttan mun til úrslit, so verður tað B71, ið lyftir steypið og loksins fáa gullkrúnurnar um hálsin.
Einvegis ferðsla
Fyrsta málið í dystinum í dag lat bíða eftir sær ein lítlan hálvan tíma, men tá endiliga kom í 28. minutti, so var tað ein sera flott hornakombinatión og eitt óvanliga snøgt langskots mál.
Eitt hornaspark verður tikið í høgru síðu, Eric Oteng spælir bóltin lágt og hart til Aron Clementsen við fremru stong. Aron leggur bóltin av aftur út til Eric, ið ger av at skjóta fyrstu ferð, eitt langt bleytt skot, ið siglir uppum alla verjuna og málverjan og endar dygst yviri í handaru stong og í málinum til 1-0.
Málið til 2-0 er heilt øðrvísi, men eisini høgur klassi, tí bólturin verður spældur heilt úr verjuni, fyrst frá Mathias, út til Ale í høgra borðið, ið spælir bóltin fram til Eric, ið sneiðir framvið einum ÍFara og leggur bóltin av aftur til Ale, ið spælir bóltin fram til Aron, ið aftur leggur bóltin av til Ale, ið spælir bóltin mittfyri til Lucas Ørneborg, ið sær at vinstribakkurin Mads Svane hevur tikið allan túrin frameftir í vinstra borðið. Mads verður spældur ígjøgnum og plaserar bóltin millum beinini á ÍF málverjanum. Framúr!
Beint áðrenn hálvleik, so er aftur “galið”! Mads Svane fær bóltin í vinstra borðið, sneiðir forbí ein ÍF leikara og spælir bóltin fram til Lucas Ørneborg, ið snarar sær á og rekur fram ímóti sekstanmetrinum. Hann verður ikki lukkaður niður av verjuni, so hví ikki skjóta? Hann so ger og bólturin rýkir í netið til 3-0! Samstundis gjørdist hettar málið 30. málið hjá Lucas í ár!
Tað skuldi vísa seg at Lucas var als ikki liðugur við málskjóting hendan dagin. Bara ein lítlan minutt seinni, er eitt sindur av rótutum spælið á ÍF hálvuni, ið endar við at Eric Oteng fær lagt bóltin frameftir. Lucas er skjótur at renna eftir stikningini og ein móti ein móti málverjanum plaserar hann bóltin hegnisliga uppum hann yvir í vinstra handara málhorn til 4-0, ið eisini gerst hálvleiksstøðan.
Í øðrum hálvleiki er ikki líka stórur yvirvágur til heimaliðið, sum í fyrra, men kortini tykist alt mestsum at ganga ein veg og tað er móti ÍF málinum. Seinastu málini koma tó nokkso tíðliga í øðrum hálvleiki og hareftir verða nógvar útskiftingar framdar fyri at yngri kreftir skulu fáa møguleikan at royna seg og fáa minuttir í beinini.
Í 49. minutti livir bólturin eina góða løtu inni í sekstanmetrinum og B71arar tykjast sleppa at nerta so ofta við bóltin sum teimum lystir. Eric Oteng takkar fyri álitið og smekkar bóltin lágt innfyri til Tobias Koktvedgaard, ið setur innarasíðuna á tætt uppundir mál til 5-0. Bæði Eric og Tobias eru harafturat á 11 málum í part eftir dystin í dag.
Seinasta málið eigur málkongurin sjálvur, Lucas Ørneborg, og tað er sjálvasti uppleggskongurin, Eric Oteng, ið fyri eg-veit-ikki-hvussu-oftani ferð, tekur túrin til baklinjuna og sneiðir bóltin aftureftir til Lucas, ið smekkar til fyrstu ferð í mál til endaliga úrslitið 6-0!
Mál, mál, mál!
Lucas hevur higartil skorað 32 ferðirnar og, við fyrivarni fyri ávísum mistøkum, so hevur Eric ífylgi dystir.fo lagt upp til heili 21 mál!
Víðari kann sigast at rekordin fyri flest skoraði mál í 1. deild nakrantíð, tykist verða Leif Niclasen hjá EB/Streymi, ið í 2016 skoraði heili 36 ferðirnar. Tað man verða heldur ivasamt at hendan rekordin fer at verða tikin í ár, við bert tí eina dystinum eftir við Stórá. Men í minsta lagið, so kann staðfestast at í løtuni so er Lucas næstbesti málskjútti í 1. deild nakrantíð, fyribils saman við Briani Jacobsen, ið skoraði 32 ferðirnar fyri Skála kappingarárið 2015.
Komið ØLL við!
Langa og drúgva kappingarárið er við at vera at enda komið. Allarseinasti dystur hjá B71 verður leiktur við Stórá ímóti TB næsta leygardag 24. oktober. Tá verður væntandi ein ordilig innrás á av sandoyingum, væl at merkja um veðrið ikki spælir eitt puss júst tann dagin. Trummurnar eru funnar fram og bíleggingarnar eru væntandi longu við at floyma inn á ssl.fo, so nú er ikki at liggja sjóvarfallið av sær.
B71 veitslan verður vikuna eftir síðsta dyst og tá fara vit væntandi øll í veitslu at heiðra felagsskapinum og stuttleika okkum; men! seinasti dystardagur fer uttan iva at vera reiðiligur veitsludagur, fullur av gullrúsi!
Vit fara hiðani staðiliga at heita á tykkum at koma við, tí vandin er at tit fara at angra tað, um tit vera sitandi eftir heima!
Vit gleða okkum í hvørtfall!
Drívið á B71!
















