
Fleiri leikbann gjørdu uppgávuna eitt vet truplari í gjár, men sigurin var greiður og ongantíð í vanda.
Er uppflyting “í pottinum”?
Kanska í so nógv sagt, men soleiðis sum úrslitini lagaðu seg 19. umfar í gjár, so resta bert tvey úrslit eftir, so at B71 tryggjar sær uppflytingina í 20. umfari. Navnliga at ÍF setur stig til á heimavølli ímóti B36 og at B71 vinnur oddabrakið inni í Dal ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
At hesi tingini ganga upp í eina hægri eind longu í komandi viku, skal man sjálvandi ikki hugsa alt ov nógv um, men tað sigur ikki onki um hvussu væl tað hevur gingið hjá teimum gul/bláu úr Sandoynni og kanska eitt sindur um hvussu illa tað hevur lagast hjá summum av okkara kappingarneytum í ár.
Sum tað sær út beint nú í deildini, er størri spenningurin í oddastríðnum ikki hvør flytir upp, tí verður tað ikki B71, møguliga við FC Suðuroy afturat, so eti eg mín hatt, sum danir plaga at taka til. Fokus er ístaðin flutt yvir til hvørt, tá serliga B71, klárar at halda góðu gongdina koyrandi tað sum restar í og ikki bert flyta upp, men vinna deildina fyri fyrstu ferð síðani 2006, tvs. fyri júst 20 árum síðani. Tað árið leiktu vit seinasta dyst ímóti LÍF í Leirvík, ið, flestøllum kunnugt, 2 ár seinni legði saman við GÍ og gjørdist Víkingur. Tann dagin 14. oktober í 2006 vann B71 2-0 og bæði málini átti Clayton Soares, ið forvitnisliga enn spælir við næstbesta liðnum og skoraði mál í gjár ímóti, ja Víkingi.
2006 var tó ikki seinasta árið vit fluttu upp, tá vit bert megnaðu 2 ár í bestu deildini og fluttu niður í 2008, fyri síðani at vinna uppflyting aftur í 2009, tá á 2. plássið aftanfyri tá samanlagda Suðuroyarliðið VB/Sumba, ið nú er FC Suðuroy. Tað ferðina fingu vit aftur 2 ár í bestu deildini, áðrenn vit máttu tungu leiðina niður í 2011, har støðgurin sostatt kom at vara heili 15 ár.
Flott mál og 3 stig afturat
Í Hoyvík í gjár máttu kortini blandast øðrvísi. Mads Svane, ið væl og virðiliga hevur ognartikið vinstra bakkin í ár og Lucas Ørneborg, ið skorar meir enn 3. hvørt mál hjá B71 (22 av 60), vóru leikbannaðir eftir at hava savnað sær 4 gul kort.
Hvussu so var og ikki, so var ongin slingur í valsinum hjá B71, ið vann ein tryggan 3-0 sigur ímóti hoyvíkingum, ið í seinastuni høvdu megnað sigur í 2. hvørjum dysti fleiri ferðir og í farnu viku vunnu ein sera flottan 1-0 sigur á FC Suðuroy. Hesu ferð gekk tað tó ikki og B71 vísti hvør dugur var í teimum, eisini tá á stendur.
Fyrsta málið var eitt gott dømi um væl samanspælda liðið. Aron Clementsen, ið veruliga hevur vunnið sær sætið í byrjunaruppstillingini aftur, móttekur bóltin í vinstru síðu, spælir Canto, ið stendur mitt fyri sekstanmeturin við rygginum móti málinum. Aron ger renningina móti málinum og fær bóltin aftur frá Canto, spælir nýggja mannin Nicholas Sejr, ið leggur bóltin hegnisliga av aftur til Aron, ið nú er komin inn í sekstanmeturin og fær plaserað bóltin lágt niður í vinstra málhorn til 1-0. Sera flott kombinatiónsspæl!
2-0 málið kom somuleiðis eftir flottar renningar og gott samanspæl. Málverjin hjá FC Hoyvík skýtir bóltin út í vinstru síðu, men bólturin støkkur ov langt. Bogi Hentze er skjótur, er fyrstur á bóltinum og lobbar hann fram til Eric Oteng í høgra borðið, ið rennir framvið tveimum verjuleikarum, aftur til baklinjuna, áðrenn hann leggur bóltin av til Nicholas Sejr, ið bert nýtist seta eina lætta innarasíðu á og økja um leiðsluna til 2-0.
Seinasta málið hendan dagin er eitt brotsspark. Alejandro sendir bóltin innfyri frá vinstru síðu, til Nicholas Sejr. Verjuleikarin hjá FC Hoyvík traðkar niður á fótin hjá Nicholas og dómarin dømir brotsspark. Eric verður settur at skjóta. Hann fintar málmannin, ið blakar seg forkertan veg og Eric kann plaserað bóltin lættliga í vinstru síðu av málinum til endaliga úrslitið 3-0.
22. august kann gerast festligur
20. umfar verður leikt 22. august og sum áður nevnt, so kunnu vit við einum sigri í truplum heimadysti ímóti Víkingi, seta punktum fyri longu bíðitíðina eftir at venda aftur til bestu føroysku mansdeildina.
Tað er kanska heppi fyri okkum at mótstøðuliðið er trupla Vìkinga liðið, ið hevur útmerkað seg við at ár fyri ár enda í oddastríðnum og ger tað aftur í ár. Hettar átti at gjørt tað lættari ikki at undirmeta uppgávuna fyri framman og vónandi harvið greiða setningin frá okkaru síðu. Hvørt fuglfirðingar missa stigini ímóti teimum hvít/svørtu úr Havnini, tað fáa vit so at síggja.
Fyribils, so eru vit glaðir og so eyðmýkir vinnarar vit kunnu vera, hóast tað er ótrúliga torført ikki at ganga við einum skeivum smílið hesar dagar, tá úrslitini lagað seg so væl sum tey gera.
Vit dríva á víðari og verður uppflytingin ikki staðfest 22. august, so kann tað væntast at hon verður staðfest stutt eftir tað.
Drívið á B71!













