
Business as usual í fyrsta dysti, eftir at uppflyting varð tryggjað ímóti B36 í farnu viku.
B71 á autopilot
Tað var ikki eitt sprudlandi B71 lið, ið vitjaði Tórsvøll í dag, dagin eftir stóru Løgmansteypsveitsluna í gjárkvøldi, men tað var kortini eitt hartarbeiðandi og stabilt lið, ið vístu at 3 stig skuldu heim aftur við okkum í dag og onga aðrastaðni.
Hóast HB hevði nøkur kend andlit frá Meistaradeildini við í dysti í dag, so var hettar stórt sæð líknandi lið, ið vitjaði inni í Dal í fyrru hálvu og stjólu eitt stig norð aftur við, tá Rói Fossabrúgv skoraði beint áðrenn leiklok í dramatiskum 2-2 javnleiki tann dagin. Møguliga teir áttu bara at hildið seg til teir leikararnar, ella vóru B71ararnir bara uppsettir uppá at HB ikki skuldu snýta teir hesu ferð. Hvussu so er og ikki, so vóru teir reyð/svørtu ikki hóttandi hendan sunnudagin á tjóðleikvøllinum og var tað ikki fyri ein stórspælandi Trónd Sjúrðarson í HB málinum, so var sigurin staðfestur væl fyrr og var tá eisini nógv størri.
Fyrsta málið fellir annars eftir smáar 20 minuttir, tá uppleggs kongurin, Eric Oteng, sneiðir seg forbí ígjøgnum høgru síðu og leggur av til Óla á Reynatúgvu, ið bíðar mitt fyri í sekstanmetrinum. Hann ger ikki mætari enn at hølva bóltin avstað, so hann brestir í yvirleggjaran og inn til eitt sera flott 1-0 mál.
Hálvleiksstøðan er 1-0 til B71 og í 2. hálvleiki halda teir gul/bláu á fram at hótta mótstøðuliðið og í 57. minutti sleppur Eric sjálvur á máltalvuna, tá Mads Svane sneiðir inn í banan, avleverar bóltin til Jonathan Canto, ið nærum uttan at hyggja upp, spælir eina stikning fyrstu ferð, einastandandi væl í rennibanan hjá skjóta ghanesaranum, ið somuleiðis ger eitt frálíkt arbeiði at sneiða innfyri verjuleikaran og kemur fríur ímóti málinum. Eric fær smekkað eitt skot avstað móti handaru stong, ið snýtir annars væl spælandi HB málverjan og so er 2-0 til vitjandi liðið úr Sandoynni.
5 dystir og ein langur steðgur
Sigurin ímóti HB í dag merkir at B71 økir um frástøðuna til Víking á 2. plássi, ið skal ein túr til Tvøroyrar at spæla ímóti aldursforsetanum har. 8 stig eru á muni og knappliga hómast FC Suðuroy eisini ávegis uppeftir á stigatalvuni, ið liggja á 3. plássinum, 9 stig frá sandoyingum.
Sjálvsagt skal nógv ganga galið, áðrenn FC Suðuroy loypir uppum B71, men hinvegin so hava vit ein innanhýsis dyst í Vági eftir at spæla komandi leygardag, umframt at mótstøðulið sum ÍF og TB eru eftir at avgreiða seinastu tvey umførini. Tískil er tað ikki óhugsandi at kjansur er enn til staðar at lorka fyrstaplássið burtur. So latið verða við tí, man boðskapurin vera frá øllum okkum sum stuðla og hyggja at, viku inn og viku út.
Ein góður máti at byrja hesa tilgongd við at vinna deildina, hevði júst verið at TB vann ímóti Víkingi í morgin og at B71 síðani setur øll segl inn at vinna í Vági 12. september.
Eftir hendan Suðuroyartúr, so er næstseinasti heimadystur á skránni ímóti absolutta botnproppinum EB/Streymi, ið typiskt er ein dystur øll vænta at vinna, av eyðsýndum orsøkum. Har hoyrir so við til søguna at hóast felagsliðið úr Sundalagnum, hevur tapt nógvu dystirnar, ja heili 18 av 22, so hava teir í seinastuni av og á verið naskari enn man hevði væntað. Frammanfyri ímóti ÍF fyri eini viku síðani og javnleik ímóti TB vikuna áðrenn, vitna um eitt lið, sum ætlar sær at seta ein góðan endaspurt inn, hóast vónirnar um halda sær í deildini munnu vera so gott sum farnar.
Stutt sagt, so hevði tað verið býtt at tikið nakað fyri givið, serliga tí allarfeskastu úrslitini tala ímóti at tað skal vera neyðugt. Um man eftir loknan dyst heldur at man stúrdi til onga nyttu, so er tað betri, enn at lata vera og standa sum eitt neyt við einum ella ongum stigi, tí man undirmetti uppgávuna fyri framman.
Onki talar tó fyri at hettar fer at vera støðan, tí eitt sum hevur sermerkt B71 í ár, mótvegis øðrum árum, er at leikararnir hava arbeitt og fyrireika seg slaviskt líka væl og virðiliga til hvønn einasta dyst.
Eftir at vit so hava leikt ímóti FC Suðuroy og EB/Streymi, so kemur ein heldur irriterandi steðgur í dystum frá 18. september heilt til 10. oktober, tvs. tá heystferian byrjar. Tá er hinvegin góð tíð at fyrireika væl kenda endaspurtin við teimum seinastu trimum umførunum. Úti móti NSÍ, heima móti ÍF og enda alt kappingarárið við einum brakið av eini uppgerð við Stórá ímóti TB.
Allarfyrst, so vóna og vænta vit at so nógvir áskoðarar okkara sum gjørligt, fylgja teimum gul/bláu til Vágs komandi leygardag har vit enn eina ferð leita eftir stigum, hesu ferð at tryggja fyrsta plássið enn meira!
Drívið á B71!











