
Sandoyingar trýstu fuglfirðingar allan dystin, men eina løtu sá tað út til at heimaliðið fór við stigunum.
Tað hevur mestsum gingið eftir vild hjá B71 í longri tíð. Eftir eina trilvandi byrjan við tveimum ósigrum á rað, so vann besta mansliðið 6 dystir á rað, áðrenn júst fuglfirðingar steðgaðu okkum við einum 2-2 javnleiki í Fuglafirði.
Eftir hettar vunnu vit 2 afturat, ið merkti at undan okkara returuppgerð, aftur í Fuglafirði, farna leygardag, so hevði B71 ikki tapt ein dyst í 9 royndum. 10. royndin var sum sagt aftur ímóti ÍF og at byrja við sá tað út til at vit fóru aftur at snáva, tí hóast vit spæla væl, koma til royndir og hava bóltin í ÍF málinum heili tværreisur, so verða bæði málini kolldømd fyri rangstøðu og tað tykist verða trúligt at støðan verður 0-0 til hálvleiks.
Í 41. minutti verður B71 tó fangað á skeiva beininum, tá dómarin metir at ein B71ari fellir ein ÍFara í sekstanmetrinum og dømir brotsspark. Ruben Møller Nielsen setir bóltin í netið og so er 1-0 til fuglfirðingar, ið eisini gerst hálvleiksstøðan.
Tað er ongantíð nakar ivi um at sandoyingar ætla sær okkurt hendan dystin, tí tað er nokkso nógv einvegis ferðsla stóran part av øðrum hálvleiki.
Hóast hettar, so koma mál ikki fyrrenn heilt móti endanum og tað eru tveir mans, ið tykjast finna hvønn annan væl hesa løtuna. Fyrst er tað Alejandro, ið finnir Lucas Ørneborg, ið gerst leysur og smekkar bóltin í netið og javnar til 1-1 í 84. minutti. Hereftir býta teir um og er tað Lucas, ið leggur upp til Alejandro í 89. minutti, ið fær økt til 2-1 og so er sigurin knappliga í hondum.
Til endans skuldu tað bert 5 minuttir til at venda dystin frá tap til sigurs og tað sigur seg sjálvt at heimaliðið man iðra seg um ikki at hava klárað at hildið fast seinastu løtuna. Har hava vit ofta verið.
Sigurin í gjár hevur við sær at B71 legði seg einasamalt á odda í næstbestu deildini við 28 stigum. FC Suðuroy og Víkingur hava tó ikki leikt enn og úrslitið har fer at avgera hvørt sandoyingar kunnu enda 12. umfar á ovastu rók ella um vit detta niðuraftur á næstovasta pláss.
Yvirhøvir sær tað trúligt út, at tað fara at vera B71 og FC Suðuroy, ið koma at kappast um ovastu plássini, møguliga saman við Vìkingi, ið enn fylgir væl við. TB manglar nakrar dystir, men sjálvt um teir vinna hesar, so er frástøðan enn 7 stig upp til ovastu plássini. Av tí sama, so eru tað nógv sum vænta at kappingin um uppflytingina er millum sandoyingar og eina av stóru feløgunum í Suðuroynni.
Man skal hinvegin vera ógvuliga varin við at spáa um úrslit, tá kappingin ikki eingong er hálvrunnin. Slíkt hevur tað við at geva bakslag. Best man vera at verða eyðmýkur og seta seg upp til harðastu mótstøðu hvønn einasta dyst. Hettar er einasti máti at tryggja at vit eru har vit skulu vera eftir hvørt einasta lokið umfar. Møguliga er slíkt nemmari sagt enn gjørt, men kortini er tað sannleiki.
4 dystir resta í av fyrru hálvu, men komandi vikuskifti er landsliðssteðgur. Fríggjadagin 12. juni vitjar Víkingur inni í Dal og verður ein ógvuliga spennandi uppgáva, áðrenn vit vitja teir hvít/svørtu í Gundadali vikuna eftir. Síðst í juni er aftur ein ógvuliga torfør uppgáva á Tvøroyri, áðrenn vit enda fyrru hálvu 4. juli á heimavølli ímóti HB.
Nú er tað av allarstørsta týdningin at enda fyrru hálvu væl og ikki seta óneyðug stig til. Spæl og úrslit higartil vitnar um at hópurin í ár kann hava tað sum tørvur er á, at greiða setningin, men latum okkum nú síggja.
Drívið á B71!