Tobias, fremst í myndini, skoraði leiðslumálið til 2-2, men B71 fekk ikki sigurin, nú endaspurturin skuldi setast inn.

Banka rustin av

Ætlanin var at fáa trý stig í dag og halda frástøðuna millum okkum og Víking á 2. plássi við líka, men tvey hornaspørk og nakað av hepni, var nokk hjá runavíkingum at stjala eitt stig í einum dysti, ið meir ella minni var einvegis trafikkur.

Øll málini komu annnars innan eitt stórt kvarter í fyrra hálvleiki. Toppskjúttin, Lucas Ørneborg, skeyt 29. málið í 15. minutti, men bert 5 minuttir seinni, so sova vit í tímanum til eitt hornaspark, ið NSÍ avgreiður og stútar í kassan til 1-1. Í 32 minutti svarar Tobias Koktvedgaard aftur og so er B71 aftur á odda 2-1.

Tað er stórt sæð bara eitt lið á vøllinum, nærum allan dystin, men NSÍ fær eitt horna afturat í 38. minutti og skorað enn eina ferð, aftur nakað lættliga. Vónirnar eru tó góðar, um hettar mundi, við tí at B71 trýstir og trýstir.

Væntanin er væl tann at vit yvir 45 minuttir av fótbólti í 2. hálvleiki, fara at megna at fáa minst eitt sigursmál. Tað er eisini heilt nær við nógvar ferðirnar, men NSÍ slær telt upp á egnari hálvu og serliga seinastu 15 minuttirnar, so gongur meginparturin av spælinum fyri seg inni í teirra sekstanmetri.

Onki riggar tíverri og framat málinum sleppa vit so slett ikki. NSÍ verjir til allarseinasta bríksl, tá eitt innlegg annars blívir skítfarligt, men súsar forbí stongina. Dómarin floytar umgangandi dystin av og javnleikur er alt vit fáa í dag.

Mugu vísa klassan heima

Eitt stig var skuffandi í dag, men týdningarmikið kortini. Víkingur vann stórt í Hoyvík og FC Suðuroy vann akkurát ímóti HB á heimavølli. Enn ber til hjá Víkingi at taka B71 aftur, men FC Suðuroy megnar tað ikki.

B71 tekur ímóti ÍF á heimavølli næsta leygardag, meðan Víkingur tekur ímóti B36 á heimavølli. Í Suðuroy er grannauppgerð á Eiðinum, har TB vitjar. Hvørki ÍF, TB ella B36 hava nakað stórvegis meir enn plaseringar at spæla fyri, hóast man í grundini kundi pástaði tað sama um B71, Víking og FC Suðuroy. Tó hevur signalvirði hjá uppflytarunum at royna at enda fremri enn næstbesta liðið hjá Víkingi, nakað at siga. FC Suðuroy má dúva uppá at Víkingur snávar í báðum síðstu dystunum, meðan B71 skal avgreiða ein sigur ímóti ÍF á heimavølli, tá er tað nærum ógjørligt hjá Víkingi at fara framum sandoyingar, uttan so teir vinna seinastu dystirnar samanlagt við yvir 20 málum, hvørt er lítið sannlíkt.

Av tí sama, so kunnu vit, við rímiliga stórari vissu siga, at ein sigur ímóti ÍF, tryggjar eitt 1. pláss, nærum uttan mun til hvat seinasti dystur við Stórá endar við.

Tá tað so er sagt, so bæði vænta og vóna vit at teir gul/bláu geva alt og vinna sær 6 stig seinastu dystirnar. Tá er onki at rafla um og steypið í hús.

Livst so spyrst!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *