
Sandoyingar ferðaðust mannsterk suður og teir gul/bláu skuffaðu ikki.
Kann nakar steðga B71?
Somikið gott sær tað út í løtuni, at tað er trupult at fáa eyga á tann mótstøðuleikaran í 1. deild, ið fær bjóða sandoyingum av. Seinastu 8 dystirnar hava vit leikt 2 ferðir ímóti TB og vunnið samanlagt 10-1. Eisini hava vit leikt ímóti FC Suðuroy og vunnið, spælt ímóti Víkingi og vunnið heili 4-0, spælt tværreisur ímóti ÍF, ið hevði tak á okkum fyrra dystin, ið endaði javnur, men returdystin vunnu vit so. Harafturat hava vit vunnið sannførandi ímóti FC Hoyvík og vunnu her fyri í Gundadali ímóti B36.
Seinasti dystur í fyrru hálvu verður leiktur leygardagin inni í Dal og tá er mótstøðuliðið HB. Øll tekin í stjørnum og mána, vísa til ein heimasigur og at vit enda fyrru hálvu á trivaligum 40 stigum, men latum okkum nú síggja.
Leikandi lætt við Stórá
B71 fingu ein lítlan hvøkk eftir bert nakrar fáar minuttir, tá B71 verjan, ið skal leggja bóltin aftureftir, avleverar beinleiðis til TB leikara, ið kann fara leysur ímóti málinum, men tíbetur fær hann ikki tikið bóltin nóg væl við og hóast bólturin endar hjá øðrum leikara, ið fær skotið, so bjargar Wenningsted í málinum við beinunum og so er vandin av fyribils.
Eftir hendan hvøkkin, so er tað ikki nógv, ið TB kemur við, hvørki í fyrra ella seinna hálvleiki. B71 er í góðum stima, TB í sera ringum stima og liðini tóktust spæla hareftir. Eitt við nógvum sjálvsáliti og hitt við heldur ringum sjálvsáliti.
Eftir 8 minuttir, so fær vitjandi liðið úr Sandoynni eina stóra gávu eftir horna, tá málverjin lættliga kundi taka bóltin til sín, men missur hann afturum seg. Tobias Koktvedgaard lúrir inni í 5 metrinum og skorar kanska lættasta málið hann fer at skora í ár.
Í 15. og 17. minutti er tað, sum ikki eina ferð, toppskjúttin, Lucas Ørneborg, ið ger tað til bæði 2, og 3-0. Aftur er TB málverjin við undirlutanum, tá B71 trýstir TB heilt aftur í egnan sekstanmetur og málverjin ætlar at beina bóltin burtur út í síðuna, men bólturin endar hjá Eric Oteng, ið ger skjótt av og sendir bóltin inn fyri til Lucas, ið vendir sær á og smekkar bóltin lágt og hart í handara vinstra málhorn. Løtu seinni er aftur galið. Tobias Koktvedgaard sær Lucas gera renningina millum verjuleikararnar og sendir ein høgan bólt beint í føturnar á álopsleikaranum, ið kann kvittera við at seta innarusíðuna á til 3-0.
Í 34. minutti takkar Lucas fyri seinast og lobbar bóltin innum TB verjuna til Eric Oteng, ið smekkar til nærmastu stong og bólturin endar í netinum til 4-0, ið gerst hálvleiksstøðan.
TB høvdu, sum heild, betri skil á tingunum eftir triðja málið, eisini hóast teir endaðu við at lata eitt afturat inn, og í øðrum hálvleiki royndu teir sum frægast at fáa spælið at koyra og kanska minka um skaðan.
Í 67. minutti gera teir júst tað, tá Musah Armah er hægstur eftir hornaspark og fær stútað bóltin beint í mál og minkað um munin til 4-1.
Í 79. minutti fær B71 eitt brotsspark og Eric Oteng avgreiðir tað trygt og ger støðuna til 5-1 og so er at kallað leyst og liðugt. Tó so, í 88. minutti kombinerað teir gul/bláu seg væl inn í sekstanmeturin og Suni Herman Petersen fær lagt bóltin til rættis hjá Bergi Simonsen, ið hegnisliga trillar bóltin í netið til endaliga úrslitið 6-1.
Eru vit klár at flyta upp?
Tað eru nakrir standar spurningar, ið man verður settur tá tað byrjar at ganga væl hjá B71. Ein av teimum heilt eyðsýndu er hvørt vit eru klár at flyta upp. Summi meina viðvíkjandi leikaratilfeingið og sipa ivaleyst til tað at vit hava so nógvan útlendskan styrk. Onnur tosa um kostnaðin av at flyta upp.
Bæði eru relevantir spurningar at seta sær sjálvum. Viðvíkjandi útlendska styrkinum, so er svarið tó meiri einfalt at vit høvdu neyvan flutt upp uttan. Tað kunnu fólk bara gera sær greitt beinanvegin. Er málið at flyta upp og kanska at hava eitt lið úr Sandoynni í bestu deildini komandi árini, so gera vit tað ikki uttan hjálp. Simpulthen av tí orsøk at vit eru ov fá. Óansæð hvussu nógvar evnaríkar leikarar vit framleiða hjá B71, so er fólkatalið, og ikki minst fólkasamansetingin, av tílíkum slag, at vit megna ikki at hava nóg stóran og góðan hóp at nøkta tær ambitiónirnar sum vit hava sum felag. Vit kundu sjálvandi sett spurningin hvørt vit kundu klára okkum við færri og harvið lova fleiri lokalum á liðið, men aftur har, so er spurningurin um kappingin um plássini tá er nøktandi og um okkara ungdómur, ið vit royna at menna til góðskuríkar ungar leikarar, ið skulu spæla seg inn á liðið og vera verandi, fær tað neyðugu avbjóðingina, ið skal til fyri at teir ikki bara gerast stórir fiskar í einum lítlum dammi, heldur enn at gera seg galdandi millum teir allarbestu leikararnar í landinum?
Vit hava ikki svarið í skrivandi stund. Vit fáa sjálvandi at síggja um verandi máti er ein góður máti og ein strategiur, ið tænir bæði felagnum, men eisini okkara egnu lokalu leikarum væl. Venjarar, leikarar og nevnd meta í hvørt fall ja, sum er og tað er trupult at hyggja at leikligu úrslitunum her at byrja við og vera ósamdur, eisini tí teir lokalu ungu fáa møguleikan og taka av, samstundis við at vit leggja innundir okkum við stigum og eru væl tættari málsetninginum um uppflyting enn nakrantíð fyrr tey 15 árini vit hava verið “í útlegd”.
Næsta ivamálið hevur so at gera við tann fíggarliga partin. Sum er, so eru útreiðslurnar høgar og inntøkurnar tað sama, men gjarna javnviga tær við ársenda og tað letur ikki til at útreiðslurnar í ár fara at vera nakað nógv hægri enn undanfarin ár. Kanska nakað tað sama tá avtornar.
Flyta vit upp í bestu deildina, so ber tað sjálvandi ein eyka kostnað við sær, men tá er so spurningurin kortini enn hvussu væl vit duga sum felag at fáa virði burturúr hvørja krónu. Hóast vit ikki altíð hava fingið øll tey úrslit sum vit hava ynskt okkum millum ár og dag, so hava undanfarin ár víst at B71 dugir væl at investera sínar inntøkur og fáa sum mest burturúr. Tey sum siga nakað annað, tey vita ikki hvat tey snakka um. Soleiðis er tað.
Størri spurningurin man ikki liggja so nógv í leikaratilfeinginum, tí har hava vit eina kompetenta nevnd og eitt gott venjaratoymi, ið saman arbeiða dag og nátt fyri at tryggja at besta mansliðið altíð er kappingarført.
Heldur mugu vit líta eftir kringumstøðunum rundanum vøllin, ið tíverri enn ikki eru tað sum eitt fótbóltsfelag í 2026 má hava sum absolutt minimum, skal man gera sær nakrar tankar um at flyta seg víðari og kanska bara fylgja við restini í Føroyum.
Tað er sagt áður nógvar ferðir, men tað má sigast javnan at tað er ótrúligt at B71 skjótt er einasta felag í landinum sum ikki hevur eitt ordiligt felagshús og kanska einasta felag, fyriuttan vit, ið ikki hevur hesar sømdir, tað man vera FC Hoyvík, ið mótsatt B71 ikki hevur 56 ár á bakið.
Afturat manglandi hølisviðurskiftum, so hava vit ov vánalig ljós kring vøllin. Verður onki gjørt hesum viðvíkjandi, so verða tað fleiri heimadystir, ið mugu spælast á uttanveltaðum vølli, ivaleyst á Tórsvølli, komandi ár, orsaka av ljósviðurskiftunum.
At enda so eru ymisk onnur krøv, sosum 300 yvirdekkaði sitipláss o.a. smávegis, ið B71 ikki lýkur anno 2026.
Stórar íløgur burdu verið gjørdar, men sum tað allarminsta so má man vita nær og hvussu hesar íløgur skulu gerast, so vit vónandi flyta felagið víðari inn í framtíðina.
Spurningurin “Eru vit klár at flyta upp”, hann er tískil nokkso irrelevantur, tí flyta vit upp, so mugu vit vera klár.
Longri er tann søgan ikki.
Drívið á B71!





