Upplegskongurin leingir

Eric Kwame Oteng eitur nýggja stjørnuskotið úr Ghana, sum kom til B71 fyrr í ár. B71 hevur góðar royndir úr afrikanska meginlandinum frá fyrr av og enntá serliga í Ghana, ið, flestøllum kunnugt er heimlandið hjá landsmanninum Tijani, ið bumbaði mál inn fyri B71 í nógv harrans ár og nú býr á Sandi við familju síni.

Hvørt vit fara at njóta líka nógv góð ár saman við Eric, man vera meiri óvist, hóast man altíð kann liva í vónini, men fyribils, so hevur maðurin mett at Sandoyggin er blívandi stað í minst eitt ár afturat og longdi við teir gul/bláu, eisini hóast onnur størri feløg vóru úti við rívuni.

24 ára gamli, Eric, er føddur og uppvaksin í Ghana og fyllir faktiskt 25 ár í morgin 20. oktober!

Upprunaliga kom ghanesiski høgrivongurin til Danmarkar úr kenda fótbóltsakademinum “Right To Dream” til FC Nordsjælland. Haðani fór hann til Finlands at royna seg í ymiskum feløgum, umframt eitt skifti í USA eisini. Unnustuna fann hann annars í Finlandi og eigur eina dóttir har. Tað er hart at vera frá síni familju, men vit eru sera fegin at vit sleppa at læna Eric eina løtu enn. Familjan hevur enn til góðar at vitja á klettunum, so tað gleða vit okkum eisini til.

Eric fekk annars høvi at venda heimaftur til Finlands í landsliðssteðginum og har tók hann hesar frálíku myndirnar av sær og dóttrini í B71 búna:

Her í Føroyum eru vit ógvuliga familjukær og tí er tað altíð gleðiligt, tá vit kunnu samstarva við fólkum, ið eru sum vit í so máta.

Hiðani bera vit heilsu til familjuna í Finlandi og ynskja teimum og Eric hjartaliga til lukku við nýggja sáttmálanum!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *