Klæmint hevur verið fyrstaval millum stengurnar hjá B71 í fleiri ár. Komandi ár fer hann at royna seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð.

Aftasti skansin!

125 dystir er tað higartil blivið til hjá 30 ára gamla skopuninginum í B71 málinum. Klæmint er eitt skúladømi um at tað gevur meining at royna umaftur og umaftur í fótbólti. Hóast dugnaligur, so tók tað nøkur ár, áðrenn Klæmint var klárur at standa fast millum stengurnar á besta mansliðnum. Av tí sama so er helvtin av teimum tilsamans 125 dystunum á besta mansliðnum komnir seinastu 3 árini og til tíðir hevur Klæmint eisini verið avgerandi millum stengurnar. Tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava ein dugnaligan, stabilan og vandan málverja í hópinum og tí skal tað ikki undirmetast, tá teir eldri og garvaðu leikararnir binda seg til enn eitt ár í gulum og bláum. Hettar skal sjálvandi skiljast í yvirførdum týdningi, tá tað tíverri fyri málverjar er ein sannroynd at teir nærum aldrin sleppa at spæla í júst gulum og bláum. Hettar er eisini ein góð ímynd fyri hvussu einsamallur man er sum aftasti skansi á einum fótbóltsliðið og hví tað eisini hevur ræðuliga stóran týdning at málverjar í einum felagið sláa ring um hvønn annan.

Hjartaliga til lukku Klæmint við nýggja sáttmálanum fyri 2027!

Vit gleða okkum at síggja teg breiða teg út inni í Dal í minst eitt ár afturat!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *