Arbeiðshesturin á vinstra bakki, longdi her fyri sáttmálan við B71 til árslok 2027!

20 ára gamli vinstribakkurin úr Varde í Danmark, kom til B71 frá Esbjerg fyrr í ár og hevur higartil spælt sín stóra leiklut í góðu gongdini hjá besta mansliðnum.

Mads er ein øgiligur arbeiðshestur og ger eitt stórt arbeiði bæði aftureftir í verjuni og frameftir í álopinum. Higartil er tað eisini blivið til tað eina málið á besta mansliðnum hjá B71 og 13 dystir.

Til dagligt hevur Mads eisini funnið seg til rættis á Sandi og arbeiðir í frítíðarskúla, tá hann ikki fæst við venjing og dystir við B71. Somikið væl trívist hann, at hann hevur gjørt av at fótbóltstilveran skal vera á Sandoynni komandi kappingarár eisini og longdi sáttmálan nú ein dagin.

Vit eru sera fegin um at gott fólk verður verandi í felagnum, hvørt eisini skapar góðan stabilitet í hópinum.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Mads, og blíðan byr!

Drívið á B71!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *