
Jyden!
Tað hoyrist væl at 1,91 metur høgi Thisted maðurin kemur úr útnyrðingshorninum av Jyllandi, tá hann opnar munnin og kemur við onkrum í annaðhvørt venjing, dysti ella tá man hittir hann á veg onkra staðni her suðuri.
Mathias Myrthue kom til B71 fyrr í ár og hóast onkrar snuddir, leikbann og ein óhepnan skaða í økslina í seinasta dysti, so var 27 ára gamli miðverjuleikarin tryggur aftasti skansi tá á stóð farna kappingarár.
Tað skerst ikki burtur at bestu eginleikarnir hjá Mathiasi er stóra formatið og at maðurin ikki er bangin fyri at standa fyri og taka bóltin av flestøllum áloyparum.
Summi vilja vera við at “defending is a lost art”, men hjá B71 livir verjuspæl í “bedste velgående” sum danir taka til; bæði hjá Mathiasi, men eisini hjá hinum verjuleikarum okkara, ið lótu presist 1 mál pr. dyst inn farna kappingarár.
Vit gleðast um at Mathias endurvaldi gul/bláa liðið komandi kappingarár og eru spent at síggja hann og hinar aftur í venjing eftir nýggjár!
Drívið á B71!