Neytið hevði skund í dag. Tað gingu bert eini 15 sekund frá tí at tað rann inn á økið, til tað hevði slept lortinum.

589 vann høvuðsvinningin!

Neytalortakappingin 2026 setti lorta-rekord!

Eini 15 sekund gingu frá at neytið slapp inn á økið, til tað hevði slept vinnandi lortin, so tey sum væntaðu at síggja nakað til neytið, tey blivu kanska skuffaði, tí, eitt sindur sum Cæsar, so kom tað, sá, og skeyt! Og fór so avstað aftur.

Lortadómaratoymið, Karl Vidtfeldt og Hanus Johannessen máldu upp og vinnandi lortapunturin, ið lá í landnyrðingshorninum av økinum, var nummar 589!

Eigarin av hesum seðili hevur sostatt vunnið høvuðsvinningin, ið var 20.000 kr gávubræv frá Atlantic Airways!

Hinir puntarnir, ið vunnu, vóru hesir:

1 yvir: 678 (Lamb í heyst + vakuummaskina frá LM)

1 undir: 1245 (2000 kr gávukort frá Samkeyp)

1 til høgru: 315 (Gávukort frá Brandan)

1 til vinstru: 460 (Gávukort frá Føroya Grótvirki)

Trektu eisini eplasekkir!

Afturat hesum, so trektu vit lut um 4 eplasekkir. Har vunnu nr. 974, nr. 32, nr. 86 og nr. 59!

Tilsamans seldu vit 1400 puntar og eftirspurningurin var øgiligur eftir seðlum, eisini tá sølan var steðgað, men tað er ordiliga deiligt at vita at fólk vilja so gjarna stuðlað.

Vit takka í øllum førum fyri tann sera dygga stuðulin hesu ferð!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus Johannessen, antin á FB/Messenger ella við at skriva/ringja á tlf. 277115.

Takk fyri og til lukku til tykkum ið hava vunnið!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *