
Dugnaligi danski miðvallarin er tann fyrsti av nógvum, ið hava játtað seg at fylgja B71 upp í Meistaradeildina.
Týdningarmikil maður á miðjuni
21 ára gamli, Tobias Koktvedgaard, hevur skrivað undir sáttmála við B71 komandi kappingarár.
Ungi danin kom til B71 í aðru hálvu í fjør og frá fyrsta degi av var tað týðiligt at hesin maðurin var ein fongur fyri felagið. Fyriuttan at vera tryggur og dugnaligur á bóltinum, so er maðurin eisini málfarligur. Í fjør skoraði hann 5 mál í 14 dystum og í ár er tað higartil blivið til tað dupulta yvir 25 dystir.
Áðrenn hann flutti til Føroyar, spældi Tobias ungdómsfótbólt við Lyngby og Hillerød, áðrenn hann kom á besta liðið við síðstnevnda liðnum. Komandi ár sleppur hann hinvegin at royna seg eitt heilt kappingarár í bestu føroysku fótbóltsdeildini við B71.
Vit gleða okkum at taka stigið upp og at síggja hvussu leikarar okkara klára seg við hesi nýggju og stóru avbjóðingini.
Hjartaliga til lukku, Tobias!
Drívið á B71!