1. deild kvinnur: B36-B71 1-1

Stór framstig! Kvinnuverkætlanin byrjaði spakuliga, men er vaksin í vavið og nú vendst ikki aftur. Í vetur tóku vit okkum saman, bæði so og so, og funnu ein leist at arbeiða út frá, so B71 aftur kundi luttaka í kapping við einum kvinnuliðið. Seinasta kvinnuliðið luttók í kapping fyri eini 5 árum síðani og tað […]
1. deild menn: B71-Víkingur 5-0

Klassamunur Besta liðið hjá B71 vísti klassan ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tað var lagt upp til spenning inni í Dal fríggjakvøldið, tá teir næstbestu úr Gøtu/Leirvík vitjaðu teir gul/bláu í Sandoynni. B71 hevði ikki tapt ein dyst í, hvat kenst sum eitt mannaminnið, og fyriuttan at hava vunnið á nærmasta kappingarneytanum FC Suðuroy beint […]
1. deild menn: ÍF-B71 1-2

Sandoyingar trýstu fuglfirðingar allan dystin, men eina løtu sá tað út til at heimaliðið fór við stigunum. Tað hevur mestsum gingið eftir vild hjá B71 í longri tíð. Eftir eina trilvandi byrjan við tveimum ósigrum á rað, so vann besta mansliðið 6 dystir á rað, áðrenn júst fuglfirðingar steðgaðu okkum við einum 2-2 javnleiki í […]
1. deild kvinnur: B71-EBS/Hoyvík

B71 kvinnurnar eru flúgvandi í løtuni, eftir fína 4-2 sigurin inni í Dal í gjár! Fyrstu úrslitini í 1. deild hjá kvinnum vóru ikki tey allarbestu og tað er blivið til nøkur størri tap enn vit ætlaðu. Tó so. Hugburðurin hevur verið fyrimyndarligur hvørja ferð og spælið hevur til tíðir riggað sum ætlað. Av tí […]
1. deild menn: B71-FC Suðuroy 1-0

Stórur yvirvági og fleiri møguleikar, men eittans mál í spennandi dysti í oddastríðnum í 1. deild. Undan dystinum í gjár, 2. hvítusunnudag, lá B71 á 2. plássi við 22 stigum, meðan FC Suðuroy vóru á 1. plássinum við 25 stigum. Eftir dyst er støðan broytt nakað og nú liggja liðini jøvn við 25 stigum, tó […]
Sandoy Hálvmarathon 2026

Sandoy Hálvmarathon 2026 fer av bakkastokkið leygardagin 23.05! Vit gleða okkum at síggja nógvar rennarar, gangarar og vitjandi annars, tá Sandoy Hálvmarathon vendir aftur fyri 2. ferð. Skráin er pinnpakkað, bæði við frálíkum renni- og gonguteinum, men eisini undirhald o.a. gott á málinum, ið er á Mørkini Miklu, við kommunuskrivstovuna á Sandi. Verið hjartaliga vælkomin […]
1. deild menn: B71-FC Hoyvík 5-1

Farna mánadag var dystur hjá 1. deild inni í Dal og talan gjørdist um stórsigur til sandoyingar. Mistøk og óvissa í lógum og mannagongd fyri avgreiðslu av dystum, elvdi til at dystur millum FC Hoyvík og B71, ið fyrst skuldi leikast leygardag, síðani bleiv fluttur til sunnudag, fyri síðani, og heldur knappliga, at verða fluttur […]
Vinnaratøl til lutaseðilin til Maratonfótbólt 2026