1. deild menn: B71-EB/Streymur 5-0

Fyrsta málið kom beinanvegin, men so gekk heldur strilti næsta tíman, til m.a. Lucas Ørneborg kom í gongd aftur. Sorl í Suðuroy Áðrenn vit taka fat í undanfarna dyst í 24. umfari, so mugu vit líka nema við dystin frammanundan ímóti FC Suðuroy, har dystarfrásøgnin tíverri bleiv til onkis. B71 fór annars suður við góðum […]

Neytalortakappingin 2026: Vinnaratøl

Neytið hevði skund í dag. Tað gingu bert eini 15 sekund frá tí at tað rann inn á økið, til tað hevði slept lortinum. 589 vann høvuðsvinningin! Neytalortakappingin 2026 setti lorta-rekord! Eini 15 sekund gingu frá at neytið slapp inn á økið, til tað hevði slept vinnandi lortin, so tey sum væntaðu at síggja nakað […]

1. deild menn: HB-B71 0-2

Business as usual í fyrsta dysti, eftir at uppflyting varð tryggjað ímóti B36 í farnu viku. B71 á autopilot Tað var ikki eitt sprudlandi B71 lið, ið vitjaði Tórsvøll í dag, dagin eftir stóru Løgmansteypsveitsluna í gjárkvøldi, men tað var kortini eitt hartarbeiðandi og stabilt lið, ið vístu at 3 stig skuldu heim aftur við […]

1. deild menn: B71-B36 5-3

B71 hevði týðiligan yvirvág ímóti næstbesta liðnum hjá B36, ið tóktust ætla sær at spilla ballið eina løtu. Her koma vit! 29. august 2026 er hervið innskrivaður í søgubøkurnar, sum enn ein týdningarmikil dagur í søgu felagsins. Besta mansliðið kláraði at basa B36 og nú er tað matematiskt ikki longur møguligt hjá nøkrum liðið at […]

1. deild menn: B71-Víkingur 3-0

Tað kendist sum uppflytingin var í hús, tá B71 vann á Víkingi í gjár. Staðfestingin má tó bíða fyribils. Kom nú… Ikki sørt at man kennir seg eitt sindur forkelaðan í hesum døgum, tá uppflytingin leingi hevur verið á breddanum og sigrar og stig rulla inn um gáttina. B71 er snøgt sæð ikki til at […]

1. deild menn: FC Hoyvík-B71 0-3

Fleiri leikbann gjørdu uppgávuna eitt vet truplari í gjár, men sigurin var greiður og ongantíð í vanda. Er uppflyting “í pottinum”? Kanska í so nógv sagt, men soleiðis sum úrslitini lagaðu seg 19. umfar í gjár, so resta bert tvey úrslit eftir, so at B71 tryggjar sær uppflytingina í 20. umfari. Navnliga at ÍF setur […]

1. deild menn: EB/Streymur-B71 1-3

Menninir gjørdu nóg mikið og lótu ongan iva verða um úrslitið, hóast dysturin sjálvur var lítið minnisverdur. Spennandi dómarar Um tað var tí vit spældu skjótt aftur mitt í viku ella tí vit høvdu fingu nokk av málum, eftir málveitslu inni í Dal farna leygardag, er ilt at siga, men tað blivu ikki líka nógv […]

1. deild menn: B71-NSÍ 7-0

B71 gjørdi sær dælt av at NSÍ manningin í dag mundi vera nakað skerd av evropeiska ævintýrinum. Tað nærkast… Fyri hvønn dyst, og hartil eisini fyri hvønn sigur vit fáa í skjáttina, gerst tað meir og meir sannlíkt at túrurin niður at venda ikki verður longri enn undanfarnu 15 árini. B71 er eitt gott prógv […]

1. deild menn: B71-HB 2-2

Sandoyingar tóku fótin av spitaranum, eitt sindur for tíðliga og máttu taka til takkar við einum stigi. Manglaðu skarpheitina Seinastu nógvu vikurnar hevur besta mansliðið verið sum ein maskina, ið trumlaði nærum alla mótstøðu niður. Spælið hevur flótað væl, málini verið nógv og góð, og spæligleðin hevur verið í hásæti. Tað var ikki heilt hopleyst […]

1. deild menn: TB-B71 1-6

Sandoyingar ferðaðust mannsterk suður og teir gul/bláu skuffaðu ikki. Kann nakar steðga B71? Somikið gott sær tað út í løtuni, at tað er trupult at fáa eyga á tann mótstøðuleikaran í 1. deild, ið fær bjóða sandoyingum av. Seinastu 8 dystirnar hava vit leikt 2 ferðir ímóti TB og vunnið samanlagt 10-1. Eisini hava vit […]