1. deild menn: B36-B71 1-2

Við meiri enn einum sindri av stríði og strevi, so megnaði besta mansliðið at vinna øll trý stigini í Gundadali í dag. Ein arbeiðssigur Dysturin í farnu viku og dysturin í dag kendust sum nátt og dagur. Víkingur á 2. plássi vitjaði inni í Dal í síðstu viku og fingu ikki eitt bein til jørðina, […]

B71 Familjudagur 2026

Eini 150 fólk vóru samlaði inni í Dal í góðveðrinum til árliga B71 familjudagin, nú vit eru í seinastu vikuni av venjing hjá flestøllum barna- og ungdómsliðum. Mundu ikki fari heim aftur! Tað sá eitt sindur ruskut út við veðrinum í gjár, men tá avtornaði, so var púra turt tímarnar vit spældu, hugnaðu, ótu og […]

1. deild kvinnur: B36-B71 1-1

Stór framstig! Kvinnuverkætlanin byrjaði spakuliga, men er vaksin í vavið og nú vendst ikki aftur. Í vetur tóku vit okkum saman, bæði so og so, og funnu ein leist at arbeiða út frá, so B71 aftur kundi luttaka í kapping við einum kvinnuliðið. Seinasta kvinnuliðið luttók í kapping fyri eini 5 árum síðani og tað […]

1. deild menn: B71-Víkingur 5-0

Klassamunur Besta liðið hjá B71 vísti klassan ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tað var lagt upp til spenning inni í Dal fríggjakvøldið, tá teir næstbestu úr Gøtu/Leirvík vitjaðu teir gul/bláu í Sandoynni. B71 hevði ikki tapt ein dyst í, hvat kenst sum eitt mannaminnið, og fyriuttan at hava vunnið á nærmasta kappingarneytanum FC Suðuroy beint […]

Mads Svane longir sáttmálan!

Arbeiðshesturin á vinstra bakki, longdi her fyri sáttmálan við B71 til árslok 2027! 20 ára gamli vinstribakkurin úr Varde í Danmark, kom til B71 frá Esbjerg fyrr í ár og hevur higartil spælt sín stóra leiklut í góðu gongdini hjá besta mansliðnum. Mads er ein øgiligur arbeiðshestur og ger eitt stórt arbeiði bæði aftureftir í […]

1. deild menn: ÍF-B71 1-2

Sandoyingar trýstu fuglfirðingar allan dystin, men eina løtu sá tað út til at heimaliðið fór við stigunum. Tað hevur mestsum gingið eftir vild hjá B71 í longri tíð. Eftir eina trilvandi byrjan við tveimum ósigrum á rað, so vann besta mansliðið 6 dystir á rað, áðrenn júst fuglfirðingar steðgaðu okkum við einum 2-2 javnleiki í […]

1. deild kvinnur: B71-EBS/Hoyvík

B71 kvinnurnar eru flúgvandi í løtuni, eftir fína 4-2 sigurin inni í Dal í gjár! Fyrstu úrslitini í 1. deild hjá kvinnum vóru ikki tey allarbestu og tað er blivið til nøkur størri tap enn vit ætlaðu. Tó so. Hugburðurin hevur verið fyrimyndarligur hvørja ferð og spælið hevur til tíðir riggað sum ætlað. Av tí […]

1. deild menn: B71-FC Suðuroy 1-0

Stórur yvirvági og fleiri møguleikar, men eittans mál í spennandi dysti í oddastríðnum í 1. deild. Undan dystinum í gjár, 2. hvítusunnudag, lá B71 á 2. plássi við 22 stigum, meðan FC Suðuroy vóru á 1. plássinum við 25 stigum. Eftir dyst er støðan broytt nakað og nú liggja liðini jøvn við 25 stigum, tó […]

Sandoy Hálvmarathon 2026

Sandoy Hálvmarathon 2026 fer av bakkastokkið leygardagin 23.05! Vit gleða okkum at síggja nógvar rennarar, gangarar og vitjandi annars, tá Sandoy Hálvmarathon vendir aftur fyri 2. ferð. Skráin er pinnpakkað, bæði við frálíkum renni- og gonguteinum, men eisini undirhald o.a. gott á málinum, ið er á Mørkini Miklu, við kommunuskrivstovuna á Sandi. Verið hjartaliga vælkomin […]

1. deild menn: B71-FC Hoyvík 5-1

Farna mánadag var dystur hjá 1. deild inni í Dal og talan gjørdist um stórsigur til sandoyingar. Mistøk og óvissa í lógum og mannagongd fyri avgreiðslu av dystum, elvdi til at dystur millum FC Hoyvík og B71, ið fyrst skuldi leikast leygardag, síðani bleiv fluttur til sunnudag, fyri síðani, og heldur knappliga, at verða fluttur […]